Gekk neyvan við dómstólinum

Úrskurðurin um at geva Bartali Eliasen leikbann, hevði neyvan gingið, var fótbólturin framvegis skipaður undir ÍSF. Áður hevur ítróttadómstólurin í øllum førum nokta sersambandi at broyta siðvenju grundað á einstakt mál

Fótbóltur/analysa

 

1. januar í fjør var ein serstakur dagur innan føroyskan ítrótt. Hetta var nevnliga dagurin, tá FSF traðkaði út úr rættarskipanini hjá ÍSF, soleiðis at fótbólturin ístaðin hevði evsta vald í øllum fótbóltsviðurskiftum. Hetta sum partur av nýggjum UEFA- og FIFA-krøvum.

Soleiðis vórðu kærumøguleikarnir innan fótbóltin broyttir. Áður kundu mál, sum vóru viðgjørd í Kappingarnevndini, kærast til Dómsnevndina, og síðani kundu hesi aftur kærast til Ítróttadómstólin. Ein møguleiki, sum eitt nú HB brúkti í tí so væl kenda Páll Mohr Joensen-málinum.

Í dag er skipanin tann, at avgerðir hjá Kappingarnevndini partvíst eru suverenar. Millum annað, um leikbann ikki er longur enn tveir dagar. Og tað er júst tað, sum er galdandi við leikbanninum, sum Bartal Eliasen fekk í fyrradagin. Hetta kann nevnliga ikki kærast, og tí fær ÍF illa gjørt annað enn at akta harraboðunum.

 

Høvdu fingið viðhald

Tað, sum er áhugavert í hesum er, at var gamla skipanin galdandi, kundi ÍF kært málið – um neyðugt til Ítróttadómstólin. Og nógv bendir á, at felagið hevði fingið viðhald í síni kæru.

Tá talan er um leikbann, grundað á annað enn tað, sum dómarin hevur ført fram í frágreiðing sínari, so er talan nevnliga um fordømi, tó at hetta ikki er frá fótbóltinum.

Tá Stjørnan og Neistin fyri tveimum árum síðani spældu FM-finalur, kærdi Stjørnan eina hending, sum dómararnir ikki høvdu sæð, men sum varð fangað av myndatólinum hjá 3-2.

Kappingarnevndin gav ikki Stjørnuni viðhald í kæruni, men tað gjørdi Dómsnevndin, sum leikbannaði Nicoletu Radu Hansen fyri at hava sligið Báru S. Klakstein.

Neistin kærdi tó alt fyri eitt málið til Ítróttadómstólin, sum beint undan næsta finaludystinum kolldømdi avgerðina hjá Dómsnevndini.

Og grundgevingin var ógvuliga greið. Hóast HSF sum so ikki hevði nakað forboð ímóti at nýta sjónbandaupptøkur sum próvgrundarlag, so var ikki siðvenja fyri at nýta hetta. Ítróttadómstólurin metti avgerðina um at nýta sjónbandaupptøkur var somikið prinsipiell, at hetta ikki kundu setast í gildi í viðgerð av eini einstakari kæru. Víst varð tá eisini til, at hvørki nevnd ella aðalfundur hjá HSF høvdu tikið støðu til spurningin.

 

Heimild uttan siðvenju

Hetta seinasta er tó ikki galdandi hjá FSF.

Í Felags stev-stevnuni í fjør varð óhøviskur atburður eitt av punktunum á skránni. Og feløgini fingu tá í rundskrivi at vita, hetta skuldi – ikki kundi – kosta leikbann í millum ein og tríggjar dagar.

Í so máta hevur FSF sínar heimildir í lagi. Trupulleikin er tó, at siðvenjan ikki hevur fylgt við. Í blaðnum í gjár nevndu vit dømi, har spælarar ella venjarar ikki vóru revsaðir. Eitt lítið mistak var tó í hesum, tí Kurt Mørkøre varð revsaður eftir dystin hjá B36 móti KÍ í fjør. Venjarin fekk tá tveir daga leikbann fyri útvísing sína og atburð sín eftir hesa. Men tað varð ikki staðfest, um hetta var fyri úttalisli síni eftir dystin. Tá segði venjarin, at tað var trupult hjá B36 at gera nakað, tá dómarin longu hevði gjørt av, hvør skuldi vinna dystin.

Og í øllum førum slapp Christian Lundberg púrasta snikkaleysur, tá hann eftir dyst millum NSÍ og GÍ í fjør kom við mest sum identiskari útsøgn.

Tí er talan í veruleikanum um spildunýggja siðvenju, nú Bartal Eliasen verður revsaður. Ein siðvenja, sum verður sett í gildi í viðgerð av eini einstakari kæru, og tað var júst hetta, sum Ítróttardómstólurin átalaði í kærumálinum millum Neistin og Stjørnuna.