Gekk skjótt at selja

Leygardagin vórðu tey 400 seinastu atgongumerkini til dystin móti Italia sett til sølu. Og var nakar, sum ivaðist, hvørt tað skuldi eydnast at selja hesi, so varð ivin skjótt beindur burtur. Bíðirøðin móti Rover-bilinum, haðani atgongumerkini vórðu seld, var stór, longu hálvan tíma áðrenn sjálv sølan byrjaði. Og tað tók so heldur ikki leingi, áðrenn kassin varð afturlatin við boðunum um, at nú var uppi.