Mið & Magn
Í nýggjastu útgávuni av Mið & Magn, sum er blaðið hjá Føroya Skipara-og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagnum, er oddagrein, sum kallast ”Tá sjómenn verða viðfarnir sum brotsmenn”.
Tað er formaðurin í Føroya Skipara-og Navigatørfelag, Eyðstein Djurhuus, sum vegna bæði feløgini hevur skrivað hesa grein, ið viðger veksandi trupulleikan hjá sjófólki innan altjóða sjóvinnu, sum á femmandum máli verður róptur ”criminalizion of seafarer ?s”
- Hetta er millum annað, tá sjómenn verða fongslaðir ella afturhildnir fyri brot á ymiskar reglur og lógarásetingar í teimum londum, har skipini koma. Tey grovastu dømini kenna vit frá vanlukkum við umhvørvisdálking, og tá rúsevnir eru funnin í lastini.
Í greinini vísir Eyðstein á, at sjálvt um tað er púra greitt, at hvørki skipari ella nakar av manningini er beinleiðis
sekur í nøkrum álvarsomum brotsverki, kemur kortini ofta fyri, at manningin verður afturhildin í áravís, meðan málini verða kannað.
- Hetta verður gjørt fyri at kroysta reiðaríið ella tryggingarfelagið til at gjalda stórar bøtur og endurgjaldskrøv, leggur hann aftrat.
FSN-formaðurin vísir á, at IMO hevur samtykt nakrar vegleiðingar um, hvørji rættindi sjómenn altíð skulu
hava. Hesar nevnast ”guidlines on fair treatment of seafarer ?s”.
- Millumlanda fakfelagsrørslan hjá sjómonnum í ITF og IFSMA arbeiða miðvíst fyri, at hesar vegleiðingar skulu gerast bindandi fyri øll limalondini í IMO.
Føroysku manningarfeløgini eru við í hesum samstarvi.
Ikki ov harðrend
- Málið um Skálaberg hevur víst, at vit eisini hava áhuga í, at rættindini hjá sjómonnum skulu virðast. Hetta mál bleiv loyst, tí nógvar góðar kreftir arbeiddu miðvíst fyri eini loysn.
Í oddagreinini vísir Eyðstein Djurhuus á, at mong eru, sum
halda, at Skálaberg-málið tók alt ov langa tíð at loysa. Men í mun til nógv mál, sum manningarfeløgini kenna, gekk tað stak skjótt at fáa skip og manning leysa aftur.
Hann heldur, at eisini Føroyar mugu ansa eftir, at vit ikki gerast ov harðrend móti fremmandum sjómonnum, sum bróta reglurnar hjá okkum.
- Nógv skip koma inn í okkara FAS-skipan, og hesi sigla um allan heim. Vit vita ikki frammanundan, hvat kann henda fyri skip og manningar, sigur Eyðstein Djurhuus.
Í oddagreinini í Mið & Magn leggur formaðurin í Føroya Skipara-og Navigatørfelag dent á, at vit øll, sum á ymiskan hátt varða av okkara sjóvinnu, mugu virka fyri, at grundleggjandi rættarstøðan hjá sjófólki verður vard.