Gekkurin er methøgur í hesum døgum, nú tað fríggjadagin verður møguligt at vinna 2,6 milliónir krónur í eydnuspælinum hjá Kringvarpi Føroya. Tað er 400.000 hægri enn gamla metið frá 14. apríl 2016, tá ein heppin føroyingur vann 2,2 milliónir krónur í Gekkinum.
Men hóast Gekka-vinningurin fríggjakvøldið var 200.000 krónur hægri enn gamla metið, so sást tað ikki aftur á søluna av Gekkeseðlum í síðstu viku. Seinastu tvær vikurnar hevur sølan av seðlum nevniliga ligið á umleið sama støði. Tað upplýsir Jákupa Mikkelsen, fyrisitingarstjóri í Kringvarpinum.
- Sølan lá á nakað sama støði sum vikuna frammanundan. Tað blivu kanska seldir nakrir fáir hundrað seðlar aftrat og kom upp á umleið 36.300 seðlar, sigur Jákupa Mikkelsen.
Tá Gekkurin var 2 milliónir krónur seldi Kringvarp Føroya umleið 34.200 seðlar. Sølan vaks síðan við umleið 1.800 seðlum, tá Gekkurin var 2,2 milliónir krónur og blivu síðan umleið 300 seðlar seldir aftrat, tá Gekkurin kom upp á 2,4 milliónir krónur.
Jákupa Mikkelsen vísir á, at tað er ein tendensur, at Gekkurin veksur nógv, tá hann fer um milliónina.
- Tá hesin Gekkurin byrjaði á 100.000 krónur vórðu umleið 5.000 seðlar seldir. Síðan var tað ikki fyrr enn hann kom upp á 600.000 krónur, at sølan fór upp um 10.000 seðlar. Sølan fór upp um 20.000 seðlar, tá vinningurin gjørdist 1 millión krónur, og tá vinningurin fór upp á 2 milliónir krónur vaks sølan úr 28.000 seðlar til 34.000 seðlar. So tað er øgiliga týðiligt, at tá vinningurin fer um eina millión, so ger sølan eitt hopp, sigur Jákupa Mikkelsen.
Hóast vinningurin er methøgur, so er enn tó langt á mál, áðrenn sølan setur met. Gamla sølumetið er umleið 49.000 seðlar og bleiv tað sett, tá Gekkurin var nýggjur og flest allir føroyingar spældu Gekk.
Enn er eisini eitt sindur á mál til søluna fyri tveimum árum síðan, tá vinningurin seinast setti met. Tá vórðu 41.000 seðlar seldir.
Komandi fríggjakvøld verður Gekkurin aftur á skránni og verður vinningurin tá 2,6 milliónir krónur.