Gekkaskortarnir mugu falla

Tað støðuga persónsstríðið í fullveldismálinum má halda støðga. Hetta setir serliga kílar millum javnaðarfólk og tjóðveldisfólk. Vit eiga tí at lata gekkaskortarnar falla innan fólkatkvøðuna.

Høgni Hoydal



Spurningurin er einfaldur: Er tað fólkið í Føroyum, sum hevur avgerðarrættin ella eru tað danskir myndugleikar?

Nærum í hvørjum orðaskifti um fullveldismálið kenni eg tað so, at alt skilagott samskifti endar við, at persónsspurningar, forfeingiligheit og uttanumtos forða fyri semjum. Nú sigur formaður javnaðarfloksins so enntá, at Tjóðveldisflokkurin forðar fyri eini loysn. Mangt skal ein hoyra, áðrenn av dettur oyra.

Aftur og fram

Ta einu løtuna verður Tjóðveldisflokkurin skýrdur at standa fyri kubbing og kvetting og at offra vælferðina hjá føroyingum. Ta næstu løtuna verður hann skýrdur at vilja hava danskar pengar í allar ævir og at vera ov lítið loysingarsinnaður. Ta triðju løtuna sigur javnaðarflokkurin seg stuðla, at blokkstuðulin skal burtur undir øllum umstøðum. Ta fjórðu løtuna sigur javnaðarflokkurin, at hann vil fara longur enn Tjóðveldisflokkurin. Ta fimtu løtuna sigur Javnaðarflokkurin, at Tjóðveldisflokkurin aftur vil kubba og kvetta og offra blokkstuðulin.

Hetta hongur ikki saman. Hetta kann ikki halda fram. Hetta tykist sum ein ævigur sjónleikur, har tað snýr seg um at spæla ein leiklut, sum ongin skilur meiningina við longur. Tað tykist sum stívnaðir gekkaskortar verða hildnir fyri andlitið ? hóast aðrir tankar og kanska heit hjørtu fjala seg aftanfyri.

Lat okkum so gloyma persónarnar og viðgera sakina.

Víðkað sjálvstýri

Trupulleikin er, at danska stjórnin viðurkennir ikki, at tað er Føroya fólk, sum hevur avgerðarrættin í Føroyum. Tað hava vit jú fingið sligið fast við sjeytummaseymi í samráðingunum.

At Poul Nyrup Rasmussen so sigur í svari til ein fyrispurning frá formanni Javnaðarfloksins, at føroyingar kunnu fáa víðkað sjálvstýri inni í danska ríkinum, er onki nýtt og broytir jú onki uppá viðurkenningina.

»Der er således ingen ændring i Færøernes statsretlige og folkeretlige status«, slær hann jú fast í seinasta brævinum til løgmans.

Ongin kann sostatt halda fram at siga: At vit kunnu hava evsta vald í landinum uttan at hava fullveldi. At siga, at vit skulu hava evsta vald og evstu ábyrgd ? men bara á summum økjum, sum danska stjórnin loyvir okkum. Tað er rætt og slætt ein stór sjálvmótsøgn í sjálvum sær.

Semjan liggur

beint fyri

Um vit nú heldur orða spurningarnar, so vit koma til kjarnuna í málinum, so kann og eigur ikki at vera nøkur størri ósemja millum Javnaðarflokkin og Tjóðveldisflokkin um tjóðskaparspurningin.

1. Eru vit samd um at føroyingar eru tjóð við fullum sjálvsavgerðarætti?

2. Eru vit samd um, at tað er føroyska tjóðin ? Føroya fólk ? sum skal hava evsta valdið, ognarrættin og yvirvaldsrættin til Føroya land?

3. Eru vit samd um, at tað bert eru teir myndugleikar, sum Føroya fólk velur á demokratiskan hátt, sum kunnu umboða føroysk áhugamál?

4. Eru vit samd um, at vit skulu gerast fíggjarliga og búskaparliga sjálvbjargin og minka blokkstuðulin burtur í eini rímiligari skiftisskipan?

5. Eru vit samd um, at vit skulu hava eina grundlóg, sum Føroya fólk sjálvt skal góðkenna, sum ásetur rættindir og skyldur hjá føroyingum, og sum ásetur, hvørjir myndugleikar kunnu útinna vald í Føroyum?

Eru vit samd um hesar spurningarnar, so er tað okkara skylda, at leggja persónsstríð niður og heldur stríðast fyri at gjøgnumføra okkara felags mál.

Tað er okkara skylda at lata gekkaskortarnar falla innan fólkaatkvøðuna.