Tað var Per Heinason, sum fekk fulla plátu í gekka-spælinum í kvøld og slapp at snara hjólinum. Høvuðsvinningurin var á 950.000 krónur, og hesar lógu allar í gula leypinum.
Í reyða leypinum var cruise-ferðin í Karibiska havinum, og ein nýggjur vinningur var í bláa leypinum - eitt árskeyp av mati í Bónus, sum hevur eitt virði av 104.000 krónum.
Tá maðurin snaraði fyrstu ferð, steðgaði hjólið á 50.000 krónum. Ein fínur vinningur, men keðiligt at steðga, tá høvuðsvinningurin næstan er miljónina, og tveir møguleikar eru eftir.
- Vit royna einaferð aftrat.
Í øðrum drátti steðgaði hjólið á 40.000 krónum. Eisini ein frægur vinningur. Men, enn var ein møguleiki eftir, og henda møguleika vildi Per Heinason eisini brúka.
Hvør veit?
Í triðja drátti gjørdist spennandi, tí nú fór at verða nær við. Tað sóu øll, sum fylgdu spælinum. Men, hesaferð steðgaði hjólið á 30.000 krónum - og streyk beint fram við lítlu miljónini.
Soleiðis minkaði vinningurin við 10.000 krónum fyri hvønn dráttin - úr 50.000 niður í 40.000 og síðan úr 40.000 og niður í 30.000 krónur, sum eisini gjørdist vinningurin í kvøld.
- Hetta var ikki so galið. Gott hjá einum, sum einki eigur. Ikki so galið, endurtók Per Heinason og takkaði fyri vinningin í gekka-spælinum í kvøld.