Marilyn Danielsen hevði ætlað sær at hildið danskiskeið fríggjakvøldið. Skeiðið verður eisini, men tað verður framskundað av Gekkinum
Dansur er vorðið eitt alt meira væl umtókt frítíðarítriv seinnu árini. Kanska eisini væl stuðlað av útlendskum sendingum við dansikappingum.
Eisini her heima eru dansiskeiðini vorðin fleiri í tali, og fríggjakvøldið verður so dansa rock?n roll í læraraskúlanum í Havn.
Fyrireikararnir hava nú valt at framskundað dansiskeiðið. Gekkur er á skránni, og við meira enn heilari millión í pottinum ber illa til at toga fólk um gáttina.