General Motors fylla 100 ár seinni í ár. General Motors Corporation varð stovnað 16. september 1908 av William C. Durant (1861-1947) í Flint, Michigan, í USA. Fyrstu bilmerkini sum vórðu keypt upp vóru Buick og Oldsmobile.
Longu í 1909 vóru eisini hesi bilmerki keypt upp: Oakland, Cadillac, Rapid, Reliance, Elmore og Ewing og í 1910 komu Welch og Rainer. Nógv av hesum bilmerkjum kenna vit ikki í dag. Í 1918 yvirtaka General Motors Chevrolet, sum var sett á stovn í 1911 av sama William C. Durant, sum stovnaði GM, og Louis Chevrolet.
Í 1924 lata General Motors upp sína fyrsta verksmiðju uttan fyri USA, tað var í Keypmannahavn í Danmark, har bilar hjá GM vóru settir saman á eini samlifabrikk til evropeiska marknaðin.
Árið eftir, í 1925, yvirtaka Genaral Motors fyrsta evropeiska bilmerkið, Vauxhall Car Company í Onglandi, og í 1927 koma teir á marknaðin við einum nýggjum bilmerki, LaSalle, sum vórðu framleiddir til 1940.
Keypa Opel
General Motors keyptu í 1929 týsku Opel verksmiðjuna, og í 1931 keypa teir Holden bilverksmiðjuna í Australia. Í 1932 skiftir GM bilmerkið Oakland navn til Pontiac.
Í 1940 hava General Motors framleitt 25 milliónir bilar. Í 1943 keypa teir Yellow Truck & Coach, sum skifta navn til GMC Truck & Coach Division.
Í 1950 verður Opel verksmiðjan í Rüsselheim í Týsklandi bygd. Kendi amerikanski sportvognurin Chevrolet Corvette kemur fyrstu ferð á marknaðin í 1953. Árið eftir, í 1954 hava teir framleitt 50 milliónir bilar, og í 1958 eru 50 ár liðin síðan General Motors varð sett á stovn.
Tveir kendir GM bilar koma á marknaðin fyrstu ferð í 1959, El Camino, sum er ein pickup og persónbilurin Chevrolet Corvair. Í 1962 eru 75 milliónir bilar framleiddir, og í 1966 kemur fyrsti GM bilurin, sum verður drivin av forhjólunum, Oldsmobile Toronado. Í 1967 eru 100 milliónir bilarframleiddir.
Í 1971 keypa GM triðingin av partabrøvunum í Isuzu Company í Japan og keypa 3,3 prosent av Suzuki. Í 1990 keypa teir helvtina av partabrøvunum í svensku Saab bilverksmiðjuni og í 1998 økja teir partabrøvini í Suzuki og í 1999 eiga teir 49 prosent av Isuzu, samstundis sum teir keypa yvir 20 prosent av Fuji Heavy Industri, sum er Subaru verksmiðjan í Japan.
Síðan 2000 hava General Motors átt allan partapeningin í Saab og í 2002 keypa teir 42 prosent av Daewoo Company í Suðurkorea. GM hava eisini átt upp til 15 prosent í Fiat.
Multinational fyritøka
General Motors Corporation er ein multinational fyritøka við høvuðssæti í
Detroit, Michigan, í USA. Evropeiska høvuðssæti hjá GM er í Zurich í Sweis, og australska høvuðssæti er í Melbourne, Victoria, í Australia, har teir framleiða bilmerkið Holden. GM er eisini høvuðspartaeigari í GM Daewoo Auto & Technology Co í Suðurkorea.
Umleið 300.000 fólk starvast hjá General Motors í nógvum ymislum londum.
Síðan fyrst í 1930-unum hevur General Motors verið heimsins størsti bilaframleiðari, men í 2007 vórðu teir yvirhálaðir av Toyota.
Í dag framleiða General Motors hesi bilmerkini: Buick, Cadillac, Chevrolet, Daewoo, GMC, Holden, Hummer, Opel, Pontiac, Saab, Saturn og Vauxhall.