Ein kanning av einari stórari føroyskari familju vísir, at tað er genetiskt at pissa undir seg. Teir 32 familjulimirnir røkka um trý ættarlið, skrivar Berlinske Tidende. Í skúlaaldri brúkar 10. hvørt danska barn framvegis blæu ella pissar undir seg. Nógv tey flestu vaksa frá tí, men summi mugu fáa hjálp. Danskir læknar eru heilt frammi í fremstu røð innan økið, og nú hevur ein kanningarbólkur í Århus staðfest eina møguliga orsøk eftir at hava kannað eina stóra føroyska familju.
Vit hava funnið eitt øki á kromosom 17, har tað hendir nakað serligt hjá teimum limum í familjuni, sum hava sjúkuna, sigur Søren Ritter, yvirlækni og leiðari av kanningini.
Av teimum 32 føroysku familjulimunum hava 12 sjúkuna at pissa undir seg, har kroppurin manglar eitt døgnrytmuhormon og tí heldur fram at framleiða urin undir svøvni. Sjúkan er arvilig, og um annað foreldri hevur hana er 50% møguleiki fyri, at barnið eisini fær hana.
Við at finna genið kunnu vit fáa meira at vita um protinið, sum genið kodar fyri, og tað fer helst at loysa gátuna um manglandi døgnrytmu. Og tað kann í síðsta enda greiða vegin fyri nýggjum og betri viðgerðarháttum, eisini av øðrum sjúkum við atliti til døgnrytmuna, sigur Søren Ritter við Berlinske Tidende.