Sambært myndugleikunum var gentan ættleidd, men foreldrini fóru illa við henni, og tá løgreglan kom á sjúkrahús í Buenos Aires við gentuni, vigaði hon bara 20 kilo, skrivar tíðindastovan AFP.
Gentan skal hava greitt frá, at hon fekk bara vatn og breyð, og at hon bleiv bukað, um hon át matin, sum var ætlaður einum hundi og einari apu, sum eisini vóru í bilhúsinum.
Løgreglan hevur nú handtikið hjúnini, sum ættleiddu gentuna og stongdu hana inni í bilhúsinum. Sambært AFP høvdu hjúnini ættleitt gentuna frá einum hjúnum, sum áttu sjey onnur børn, og sum skilst var tað ein systir hennara, sum fann hana og varskógvaði myndugleikarnar.