Gentan slapp ikki at eita Nutella

Fronsk foreldur sluppu ikki at uppkalla barnið eftir kendu smyrjisjokulátuni

 

Fronsku myndugleikarnir noktaðu einum foreldrapari í Valenciennes í Fraklandi at geva teirra dóttur navnið Nutella.

Myndugleikarnir hildu, at barnið fór at verða í stórum vanda fyri at verða happað, um tað varð uppkallað eftir smyrjisjokulátu.

Málið kom fyri í einari hoyring, og tá ið foreldrini ikki møttu, avgjørdi dómarin at broyta navnið hjá barninum til Ella.