info
Ongi úrslit

Familjan er skakað

- Hvørki familjan ella nakar annar vita so nógv um, hvat er hent. Familjan hevur tað ógvuliga ringt, og tey eru skakað, sigur norski sjómanspresturin á Gran Kanaria

Vilmund Jacobsen
29. mars 2026 kl. 12:19

Tað var gjáramorgunin, at ein 15 ára gomul norsk genta, sum var og ferðaðist á Gran Kanaria saman við familju síni, varð funnin deyð við havnarlagið í Puerto Rico-strondini, nærindis Mogan.

Eitt talsfólk hjá løgregluni á Gran Kanaria hevur sagt, at tey fingu eina fráboðan frá einum í familjuni hjá gentuni um, at gentan var saknað, og gjáramorgunin var hon funnin deyð við havnarlagið.

Myndin omanfyri er av strondini í Mogan, men á tv2.no, sum hava lagt myndina út, eru tey ikki vís í, um tað júst var á hesari strondini, at gentan varð funnin.

- Hvørki familjan ella nakar annar vita so nógv um, hvat er hent. Hetta er ógvuliga tragiskt. Familjan hevur tað ógvuliga ringt, og tey eru sjálvsagt skakað.

Tað sigur norski sjómanspresturin, Einar Andreas Weider, sum starvast við Sjómanskirkjuna á Gran Kanaria, við www.tv2.no

- Vit vóru saman við familjuni nógvar tímar í gjár - bæði við praktiskari hjálp og kreppuhjálp, og vit fara at fylgja familjuni teir næstu dagarnar eisini, sigur sjómanspresturin.

Einar Andreas Weider vísir á, at tað er týdningarmikið hjá einari norskari familju í útlandinum, at hond verður tikin um tey á teirra egna máli - í einari so truplari støðu.

Norska familjan, sum hevur verið fyri hesi skakandi hending á Gran Kanaria, býr í Sørfold Kommunu, og her hevur borgarstjórin váttað, at hin 15 ára gamla gekk í framhandsskúla í kommununi.

- Hetta er ein ógvuliga tragisk hending, sum rakar bæði skúlaumhvørvið og lokalsamfelagið, sigur kommunan í tíðindaskrivi, sum tey hava lagt út á sína heimasíðu.

Lesið eisini: Ung norsk genta funnin deyð á Gran Kanaria

https://www.in.fo/news-detail/ung-norsk-genta-funnin-deyd-a-gran-kanaria

 

 

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

3. oktober kl. 19:18

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Bilurin ringdi sjálvur eftir hjálp

3. oktober kl. 11:05

Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?

4. oktober kl. 23:14

Maður breyt knæið eftir bardaga

4. oktober kl. 20:25

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Sleppa ikki við bussi til morgunflogið

2 minuttir síðan
Tíðindi

Fylgisveinamyndir vísa stórar vatnflóðir í Brasil

32 minuttir síðan
Tíðindi

Meira NATO kring Før­oy­ar: Ís­land og Kan­ada styrkja tryd­ar­sam­starvið

1 tími síðan
Fótbóltur

KÍ skal hava nýggjan venjara

1 tími síðan
Tíðindi

Filmsøguligur dýr­grip­ur funn­in í gomlu húsu­num hjá Peter Mohr Dam

2 tímar síðan
Tíðindi

FAKTA: Deyð­ans keyp­maður stovn­aði friðar­heiðurs­løn Nobels

2 tímar síðan
Tíðindi

Russiska svarið upp á Google rakt av dronuálopi

3 tímar síðan
Tíðindi

Bygdarráðið í Vestmanna skal umskipast

3 tímar síðan
Tíðindi

Frá apartheid til friðar­heiðurs­løn Nobels

4 tímar síðan
Tíðindi

Navi Pillay fær friðarheiðursløn Nobels

4 tímar síðan
Tíðindi

Formula vinnur enn eitt útboð – hesaferð um KT-útgerð

4 tímar síðan
Tíðindi

BEINLEIÐIS: Spenningur um Nobel friðarheiðurslønina

4 tímar síðan