Gentubardagi í Havn

16 ára gomul genta funnin sek í at banka unga gentu

Tað er ikki á hvørjum degi, at ungar gentur vera dømdar fyri harðskap. Men mánamorgunin varð ein 16 ára gomul genta dømd fyri, tvær ferðir, at hava bankað eina aðra unga gentu í býnum í Havn í desember 2005. Genturnar, sum báðar eru úr somu bygd, høvdu eisini verið í herðatoppinum á hvørjari aðrari, og øðrum gentum, á Ólavssøku, og nú skuldi tað hevnast.
Ákærda gentan viðgekk, at hon fyrst hevði møtt hinari gentuni uttanfyri náttarklubban Cleopatra og har hevði hon lagt á hana  sparka og sligið við nevum í andlitið, til onkur legði uppí og skilti tær sundur. Áleið ein tíma seinni møttust tær aftur aðrastaðni í býnum, og enn einaferð legði ákærda á hina gentuna. Hesaferð varð offurið sligið við nevum, sparkað og roytt, somikið álvarsliga, at hon fór á sjúkrahúsið, har lækanarnir eitt nú tóku myndir av henni. At andlitið var hovið, eygað var blátt, tannkjøtið meiðslað og skeinir á holdinum, prógvaði, at hon hevði verið fyri hørðum harðskapi.
16 ára gamla gentan játtaði seg seka, og varð dømd treytaðan dóm við eini royndartíð á tvey ár. Sostatt skal unga gentan halda seg í skinninum í tvey ár. Um lága dómin, segði dómarin, Jonas Tei, at atlit vórðu tikin til lága aldurin á gentuni, og at hon ikki var dømd áður.