Gentur 19: Hattrik til SÍ

SÍ vann triðja gullið í triðju royndini, tá Gentur 19-liðið vann 3-0 á KÍF, men øll settini vóru jøvn

SÍ er í einum flokki fyri seg til ungdómsfinalurnar í Trongisvági. Við sigrinum hjá Gentum 19 hjá SÍ, hevur fealgið vunnið eitt hattrik av FM-heitum. Hóas tað endaði 3-0 móti KÍF, so vísa sett-úrslitini, at tað var ein javnur dystur.

Fyrsta settið var merkisvert, tí eftir at SÍ hevði hevði ført 9-1 og 11-3, so megnaði KÍF at javna til 12-12. SÍ legði seg aftur fýra bóltar framum, men við 20-20 var aftur javnt, og tað var tað til 23-23 tá SÍ segði her til og ikki longur og vann settið 25-23.

Eftir at SÍ hevði vunnið annað sett 25-20, var aftur mest sum púra javnt í triðja setti. SÍ førdi 7-3, men KÍF kom afturíaftur og legði seg á odda 11-9. Stutt eftir førdi SÍ aftur við trimum, men KÍF javnaði enn einaferð til 23-23. Men so gekk aftur sum í fyrsta setti, og SÍ vann 25-23 og dystin 3-0. Og enn eitt føroyameistaraheiti til Sørvágs.  

Bestu spælarar í finaluni:

Eva Gunn Niclasen, SÍ

Marita Thorkildshøj, KÍF 

Gentur 19:

SÍ -  KÍF 3-0 (25-23, 25-20, 25-23)

SÍ - standandi frá vinstru: Malan Maria í Haraldstovu Weihe, Halgerð Tonysdóttir Haraldsen, Inga Helena Henriksen, Eva Gunn Niclasen, Sofía Weihe Simonsen, Tanja Falkvard og Rajko Petrovic, venjari.

Húkandi frá vinstru: Tóta Búadóttir, Janna Falkvard, Josefina Eliasdóttir, Rannveig Rós Joensen, Sólfríð Højgaard Poulsen, Bára Jansdóttir og Anja Sólja Niclasen