Genturnar endaðu næstovast

Nú iðra tær seg um javnleikin ímóti Bulgaria, men tær eru longu farnar at gleða seg til kappingina næsta ár

U-19 KVINNUR

Í gjárkvøldið skuldi U?19 kvinnulandsliðið koma aftur í Vágar. Tá høvdu tær ferðast síðani klokkan hálvgum tíggju sunnukvøldið. Fyrst koyrdu tær í bussi í sjey tímar tvørtur um alt Bulgaria, síðani fóru tær í flogfari til München og so aftur til Keypmannahavnar.
? Vit eru troytt, men vit eru sera væl nøgd við ferðina og avrikini.
Tað segði Álvur Hansen, venjari, tá vit fyrrapartin í gjár fangaðu hann á í München.
Fríggjadagin vann føroyska liðið 2?0 á Litavia, og sunnudagin taptu føroysku genturnar 5?1 ímóti Onglandi.
? Ímóti Litavia spældu vit sera væl. Vit vóru greitt omaná, og vit høvdu møguleikar at fáa uppaftur fleiri mál. Málini, sum vit fingu, vóru sera góð. Selma Dahl Erol skoraði fyrra málið í 35. minutti. Ása á Neystabø sendi á samankomingina, ogso fingu hinar bóltin út til innkast. Selma var í vinstru, tá hon fekk bóltin og smekkaði í handara síðunetið úr stórari fjarstøðu. Seinna málið kom, tá 55 minuttir vóru farnir. Selma legði innfyri úr vinstru, og Ása kom framum verjuna, og við nærra stólpan stútaði hon upp í nettakið. Sera gott mál.
Hóast Føroyar taptu 5?1 ímóti Onglandi, so er venjarin væl nøgdur. Hann vísir á, at tølini boða frá góðari framgongd. Tá Føroyar í 1998 og í 1999 spældu ímóti Onglandi var talan um heilt stór tap, og Ongland er ikki hvat sum helst. Fyrr í ár vóru tær við í HM endaspælinum í USA. Tá rukku tær í fjórðingsfinaluna og vóru harvið millum átta tey bestu liðini í heiminum.
? Í 1. hálvleiki vóru vit hampuliga væl við, men eftir steðgin vórðu okkara kroystar heilt í botn. Men tað var harmuligt, at tær skuldu skora til 5?1 í yvirtíðini, heldur venjarin, sum greiðir soleiðis frá føroyska málinum:
? Elin Katrina Haraldsen smekkaði úr 30 metrum og upp um málverjan, sum var einar fimm metrar frammanfyri málstrikuna. Tað var eitt fínt mál, og so var tað stuttligt at síggja, at hon brúkti við vinstra beinið, tí hon plagar annars at sparka við høgra beini. Burtursæð frá málinum høvdu vit so at siga ongan møguleika. Eina ferð í 1. hálvleiki var um reppið, at Maibritt Olsen megnaði at bróta ígjøgnum, men hon varð steðgað, áðrenn tað gjørdist rættuliga vandamikið.

Spennandi framtíð
Flestu av gentunum á hinum liðunum eru føddar í 1984. Fleiri av føroysku gentunum eru føddar í 1986. Tað vil siga, at tær kunnu spæla í tvey ár afturat, og tað leggur upp til spennandi kappingar komandi árini. Fýra gentur verða ov gamlar komandi ár. Tær eru Maibritt Olsen, Rósmari Haraldsen, Elsa Maria Simonsen og Petra Sjóstein.
? Fleiri av teimum, sum upprunaliga vóru á beinkinum, komu inn og spældu væl. Tað var neyðugt at skifta út, tí fleiri vóru so móðar. Eitt nú KÍ genturnar Elsa Maria Simonsen og Petra Sjóstein. Tær høvdu í vikuni frammanundan spælt tveit harðar dystir fyri KÍ i Europa Cup, so tær fingu seg rættuliga royndar.
Føroyska liðið endaði á øðrum plássi. Ongland vann kappingina við fullum stigatali, Føroyar fingu fýra stig, Litavia trý og bulgarsku vertirnir fingu bara stigið í 1?1 javnleikinum ímóti Føroyum:
? Nú aftaná iðra vit okkum um, at vit spældu ímóti Bulgaria í fyrsta dystinum. Vit hava altíð trupulleikar í fyrsta dystinum, tí vit spæla ongar týdningarmiklar venjingardystir. Høvdu vit havt spælt ímóti Bulgaria í næsta ella triðja dystinum, so ivist eg ikki í, at vit høvdu fingið eitt uppaftur betri úrslit enn 1?1, sigur Álvur Hansen.
Útlitini eru góð fyri komandi ár. Ynskið hjá føroyska liðnum er, at tær verða eitt sindur hepnari í lutakastinum, so tær ikki nýtast at fara so langt eystur í Europa at spæla.

Manningin
Ímóti Litavia sá føroyska liðið soleiðis út: Randi Wardum ? Heidi Hansen, Rósmari Haraldsen, Petra Sjóstein ? Elin Katrina Haraldsen (Unn Kragesten, 83.), Asta Magnussen, liðformaður, Elsa Maria Simonsen (Maria Mikkelsen, 90.), Ása Christiansen (Kristina D. Simonsen, 68.), Selma Dahl Erol ? Maibritt Olsen, Ása á Neystabø.
Petra Sjóstein fekk gula kortið í 57. minutti.
Ímóti Onglandi sá liðið soleiðis út: Randi Wardum ? Unn Kragesten, Asta Magnussen, liðformaður, Heidi Hansen ? Selma Dahl Erol (Mary?Ann Isaksen, 75.), Elin Katrina Haraldsen, Kristina D. Simonsen, Maria Mikkelsen (Elsa Maria Simonsen, 55.), Petra Sjóstein (Linda Weihe, 65.) ? Maibritt Olsen, Ása á Neystabø.
Kristina D. Simonsen fekk gula kortið í 69. minutti.
Ongland vann 5?0 á Bulgaria og 4?0 á Litavia, og Litavia vann 4?0 á Bulgaria.