Føroyska U-17 kvinnulandsliðið í fótbólti megnaði í síðsta dystinum í EM undankappingini at fáa fulla úrtøku.
Føroyar spældu ímóti Estlandi, og tað eydnaðist at basa heimaliðnum 1-0.
Málið varð skorað í 16. minutti. Málskjútti var Steintóra Joensen, sum umsetti brotsspark til mál.
Føroyska ferðalagið verður aftur í Føroyum í annaðkvøld.