Georg Joensen úr Klaksvík vann 10.000 kr.

Fiskirannsóknarstovan skipaði fyri lutakasti um 10.000 kr millum teirra, sum høvdu sent fiskamerkir inn seinasta árið. Vinnarin var Georg Joensen úr Klaksvík. Toskurin varð merktur 2. oktober 2006 vestan fyri Mykines og Georg fekk fiskin í mars 2007 á somu fiskileið. Toskurin var 65 cm langur, tá hann varð merktur, og hann var einki vaksin, tá hann varð fiskaður aftur eitt hálvt ár seinni.

Seinasta árið vóru 433 merkir latin inn. Í nøkrum førum varð fiskurin eisini latin inn ? tað gevur 3 lutaseðlar ? og tí luttóku 871 lutaseðlar í lutakastinum. Fiskirannsóknarstovan skipaði fyri lutakastinum á Vinnuháskúlanum í Tórshavn. Petur Steingrund greiddi í tí sambandi frá úrslitunum frá merkingarroyndunum. Tórhallur Patursson frá Landsgrannskoðanini var notarius publicus og rektarin á Vinnuháskúlanum, Hans Johannes á Brúgv, tók tann vinnandi lutaseðilin, sigur heimasíðan hjá Fiskirannsóknarstovuni.