Georg L. Petersen fær nýtt tjógv

Lortasprænurin var farin millum rimarnar og á tjógvið í gjár

Í gjár hendi eitt óhapp, tá rottangabilurin hevur verið á vitjan í grannalagnum har Georg L. Petersen, blaðstjórin á Dimmalætting, býr. 

 

 

 - Eri eg illur? Ja, eg eri rasandi, men fyri einum tíma síðan var eg nokk dupult so rasandi, skrivar blaðstjórin á Dimmalætting, Georg L. Petersen á Facebook-vanga sínum í gjár. 

 

 

Orsøkin til, at Georg L. Petersen var so illur var, at rottangabilurin hevði tømt tangan hjá honum og grannanum, og tað lat til, at bilurin á onkran hátt hevur mist slanguna, sum tí hevði sprænt um seg og upp á húsini og hjallin.

 

 

- Eitt einsamalt tjógv hekk eftir í hjallinum, sum eg hevði ætla at etið av í kvøld, men lortasprænurin var farin millum rimarnar og á tjógvið. Tíbetur hendi hetta ikki í síðstu viku, tá hjallurin var á tremur við mati til pisuveitsluna hjá dóttir míni, segði hann við info í gjár.

 

Í dag hevur Georg L. Petersen tó fingið bæði frágreiðing og umbering, og honum er lovað eitt nýtt tjógv. Orsøkin til óhappið var hon, at ein slanga var lopin úr, tá vatn skuldi pumpast í, greiðir hann frá, og leggur afturat, at nú er alt komið uppá pláss.

 

 

Hann fekk at vita, at nakað at upprudding hevði verið, og at húsini og hjallurin sóu verri út, áðrenn hann kom heim í gjár. 

 

 

Grundin til, at hann onga fráboðan fekk eftir hendingina í gjar var, at ongin var inni. Hetta heldur Georg L. Petersen tó ikki vera nøktandi, tí ein kundi gjørt sær tann ómak at finna útav, hvør býr í húsunum, heldur hann. 

 

 

- Eg havi tó fingið lovað eitt nýtt tjógv, flennir hann. 

 

 

Les eisini: Fekk lortavatn á húsini og inn í hjallin