George Michael: Systirin deyð júst trý ár seinni

Tann 25. desember í 2016 andaðist tónleikarin George Michael. Maðurin, sum sang Last Christmas, og sum fór foldum frá um jóltíðir.

Nú, júst 3 ár seinni, er systir hansara deyð.

Tann 25. desember 2019 doyði systirin, Melanie Panayiotou, 55 ára gomul.

Hon arbeiddi sum hárfríðkanarkvinna. Onki er komið fram um deyðsorsøkina, men løgreglan metir tó ikki, at nakað illgrunasamt er við deyða hennara.

Eldra systir hannara, Yioda, ringdi eftir sjúkrabili, men har kundu tey bert staðfesta, at Melanie var deyð.