Tað eru fáir fyrrverandi ríkisleiðarar, sum gera vart við seg, tá teir røkka teimum 85 árunum, men Nelson Mandela er eitt av undantøkunum. Og tað verður lurtað eftir honum, tí hann er ikki bara ein fyrrverandi ríkisleiðari. Hann er ein rødd, sum hoyrist, og tað er týðiligt, at tann politiski eldurin er ikki slóknaður.
Mandela hevur verið millum teirra, sum seinastu tíðina hava funnist at amerikanska forsetanum, George W. Bush, og bretska forsætisráðharranum, Tony Blair, í sambandi við kríggið í Irak. Og hann hevur ikki lagt fingrarnar ímillum. Heldur ikki ísraelski forsætisráðharrin, Ariel Sharon, og hernaðarstýrið í Myanmar eru sloppin undan atfinningum frá Mandela.
Men hann dugir eisini at nýta skemt í álvarsseminum. Herfyri segði hann, at Bush, forseti er so ungur, og tí átti hann kanska heldur at tosa við faðir hansara um sonin og politikk hansara.
At tað verður lurtað eftir Mandela sást týðiliga á einari AIDS-ráðstevnu, sum varð hildin herfyri. Tað er ikki ov nógv sagt, at hann stjól alla myndina, tí tað var hann, sum luttakararnir lurtaðu best eftir, og tað var hann, sum fekk tann størsta fagnaðin.
Mandela er so virkin, at tað eru fá á hansara aldri, sum høvdu orkað tað, sum hann ger. Fremst í huga hansara eru tey vælgerandi málini, og seinastu tíðina hevur hann í tí sambandi hitt tveir so ymiskar persónar sum enska fótbóltsspælaran David Beckham og franska uttanríkisráðharran, Dominique de Villepin.
Korini hjá teimum ungu liggja framarlaga í huga hansara, og tí var tað ikki av tilvild, at hann fyri stuttum var at síggja á tónleikarásini MTV.