Tá ið Miss Danmark kappingin fer av bakkastokki 3. august verður ein føroyskur kjóli at síggja á pallinum.
Tað er føroyska Laila av Reyni, sum hevur sniðgivið ein kjóla úr ull til Miss Danmark 2012, sum 3. august skal geva sína krúnu víðari til Miss Danmark 2013.
Hetta er aðru ferð, at Laila av Reyni ger kjóla til donsku Iris. Tá ið hon gjørdist Miss Danmark 2012, var hon eisini í kjóla frá Lailu av Reyni.
- Hetta samstarvið kom í lag, tí at føroysku myndafólkini Mirjam&Janus tóku myndir av Miss Danmark, og frættu, at hon ikki hevði valt sær ein kjóla at fara í. So sá hon myndir av mínum klæðum á Facebook, og vendi sær til mín, sigur Laila av Reyni.
Kjólin er gjørdur úr føroyskari ull. Hann er fótsíður og figurseymaður, og innanfyri ullina er ein gullkjóli, sum skínur ígjøgnum.