Avgerð er tikin um, at so skjótt Summarfestivalurin er av, verður byrjað upp á íbúðarbyggingin í miðbýnum í Klaksvík, Birkupstorg, hjá Bústøðum og Sjálvsognarstovnunum undir Kráarbrekku. Hetta merkir, at til ber at seta kampingvognar á sandinum sum undanfarin ár í sambandi við Summarfestivalin.
Tó verður økið nakað skert, tí tvey hol eru grivin fyri trappurúmi og øðrum, sum skal vera í bygninginum. Hesi verða gird av, so til ber at vera á økinum.
Í løtuni rudda menn og maskinur hjá Klaksvíkar kommunu rør og annað burtur av økinum, sum skal nýtast í sambandi við byggingina, so kampingøkið kann verða so stórt og rúmligt, sum til gjørligt.
– Onkuntíð hava upp móti 150 vognar staðið á sandinum, sum nú hevur fingið eina nýggja byrjan við eini íbúðarbygging við 30 í búðum, ið skulu standa liðnar á sumri 2017.
So enn einaferð verður marglitta og spennandi bygdin í býnum á Sandinum í Klaksvík í sambandi við Summarfestivalin 2015.