Ger kroppin glaðan við einum smoothie

Tað eru nógv, íð eru vorðin sera glað fyri smoothie, av tí at hann smakkar sera væl og er lættur og skjótur at gera. Harumframt kann tað vera ein lættur máti at sikra kroppinum týdningarmikil føðsluevni.

Smoothie er blendað frukt ella grønmeti. Ofta er mjólk, jogurt ella djús tilsett, íð kann kombinerast uppá óteljandi mátar. Tú kanst t.d. gera smoothie bert av frukt ella við mjólkarvørum. Eisini kanst tú nýta frukt og havra-, soja-, ella rísdrikk. Tú kanst eisini gera smoothie, har íð tú brúkar fruktdjús ella urtir - Tað eru bert hugflogið og smakkurin, íð seta greinsir!


Um tú gert ein smoothie um morgunin, kanst tú taka restina við til arbeiðis og nýta hann sum dessert aftaná matpakkan ella sum eina millummáltíð.


Smoothie ella heil frukt og grønmeti?

Smoothie er eitt sunt alternativ til sodavatn. Tó verður ikki tilrátt, at tú býtir alla tí dagligu fruktina og grønmeti um við frukt- og grønmetissmoothie. Grundin til hetta er, at tær flótandi vørurnar metta minni, enn tá íð tú tyggir teg ígjøgnum tær heilu fruktirnar og grønmeti. Hetta økir vandan fyri, at tú inntekur meiri, enn tú hevur tørv á. Tilrátt verður, at bert 100 gram út av teimum 600 grammunum av frukt og grønmeti um dagin verða býtt um við tí flótandi útgávuna - Og óansæð hvussu nógv gløs av djús ella smoothie tú drekkur, telur tað bert fyri eitt í “6 um dagin” roknskapinum.


Rein fruktsaft ella protein í smoothie`in?

Tá íð tú samansetur matin, er tað týdningarmikið at fáa bæði protein, feitt og kolhydratir. Kolhydratir geva orku til heilan og musklarnir, og protein er byggisteinar til musklarnir og vevnaðin. Um tú velur tað góða feittið, fært tú týdningarmiklar feittsýrur. Keldur til tað góða feittið eru t.d. fræ, nøtur og mandlir og kaltpressaðar oljur.


Tað eru fyrst og fremst kolhydratir, sum t.d. frukt, íð fáa blóðsukrið til at hækka. Tá íð tú kombinerar inntakið av frukt við góð proteinir ella feittevni, stabiliserar tú blóðsukrið, soleiðis at tað ikki hækkar ógvusliga og eftirfylgjandi fellur skjótt. Tí kann tað vera eitt gott hugskot, at tú brúkar mjólkarvørur, íð innihalda proteinir, í tínum smoothie.


Proteinpulvur

Tað er eisini ein møguleiki, at tú koyrir proteinpulvur í tín smoothie. Tað finnast nógv sløg av proteinpulvuri. Valleprotein er sera væl umtókt, av tí kroppurin útnyttar tað gott. Valleprotein er vunnið úr mjólk. Harumframt kanst tú fáa proteinpulvur, íð er vunnið úr soja ella rís.


Aðrir møguleikar enn mjólk

Um tú hevur mjólkaallergi ella laktosuintoleransu, eru soja-, rís- ella havradrikkir góð alternativir. Men teir kunnu tó ikki heilt síðustillast við mjólk.


Rís- og havradrikkir innihalda t.d. minni protein. Og sjálvt um tað er næstan líka nógv protein í sojadrikkinum sum í vanligari mjólk, eru tað tó nakrar ávísar aminosýrur, sum tú ikki kanst fáa gjøgnum bjølgfruktir sum soja. Hetta merkir tó ikki, at tað er eitt vánaligt hugskot at brúka sojadrikk í smoothie`num, og tað kann saktans vera ein partur av einum sunnum og fjølbroyttum kosti. Men ver ansin eftir, at tú fært nokk av kalsium (kálki) í matinum. Her kanst tú t.d. velja tey sløgini av soja-, rís- og havradrikkum, íð hava tilsett kálk. Ver eisini ansin eftir, at í nøkrum soja-, rís- og havradrikkum er tilsett sukur.


Ber -smoothie

Til ein smoothie kanst tú t.d. nýta:

2 dl Cheasy vaniljujogurt ella A38

½ banan ella eitt sindur av havragrýni

2 dl fryst berð (t.d. jørðber, hindber og bláber)

Nakrar mandlir