Sandoyingar hava gjørt sína skyldu, men hava verið sera smædnir at kravt sín rætt.
Nú vit endiliga hava rætt ryggin og kravt ogara rætt, verða vit gjørd til grenj og útreiðsluneyt.
Tað bleiv boðað frá hart og týðiliga, at eftir Vágar og Norðoyggjar átti Sandoyggin tørn.
Tað bleiv bara ikki hugsað um, hvussu skuldi farast í gongd, ei heldur hvussu skuldi fíggjast.
Var tað tí at polittikararnir ikki høvdu evnir ella vilja til tað?? - ella var tað tí, at teir ongantíð høvdu ætlað, at vit skuldu fáa ein tunnil, men bert atkvøðufiskarí fyri møguliga at fáa tingmann úr oynni.
Havið lagt til merkis, at eftir at meiriluti fekst fyri einum valdømi kølnaði áhugin fyri Sandoyar tunnilinum.
Gamaní. Ein lóg bleiv samtykt við ongum pengum, helst meira tí brúk varð fyri øllum atkvøðum hjá táverandi samgongu, og kanska kyrra nakrar ótolnar veljarar úr Sandoyar sýslu.
Havi eisini lagt til merkis, at eittans ein polittikari hevur lagt fram alment, hvussu tunnilin kann fíggjast, og er tað Sandoyar tingmaðurin Páll á Reynatúgvu, og gjørdi hann tað longu í 2004. Tann loysnin hann borðreiddi við tá, líkist nógv tí semju sum nú liggur á borðinum.
Um hon ber á mál kemur tíðin at vísa. Takið einki fyri givið - allar hugsandi royndir hava verið gjørdar undan og aftaná valgið at traðka Páll til síðis - enn hevur tað ikki eydnast.
Javnaðarflókkurin hevur traðkað Gerhard út - sama mann sum teir fóru eftur, tí teir fyri ein hvønn prís vildu vinna sær mann úr Sandoynni - tað vóru 7 valdømir - nú er bert eitt, so kanska halda teir seg ikki hava brúk fyri okkum longur.
Havi sjálvur verið fyri at Føroyar bleiv eitt valdømi, bert synd at tað hendi í eini tíð vid so nógvum breyðpolittikarum á tingi, sum hava tveitt allar hugsjónir fyri borð.
Í ræðslu fyri sínum egna politiska búki lesa teir meiningakanningar í fjølmiðlunum og taka so meining út frá tíð, hava ikki dirvi at gera nakað annað, tora ikki at taka kampin upp við fjølmilafólkini, men lata teir seta dagsskánna.
Tosað verður um møguliga kreppu í Føroyum, ella búskaparliga afturgongd - um so verður ivist eg í, um vit koma at merkja nakað til tað í Sandoyar Sýslu.
Man má fyrst hava havt framgongd, fyri at merkja afturgongd.
Allar kreppur í Føroyum (størri ella minni), eru komnar aftan á at bankarnir vilt hava fíggjað eina røð av ørvitisprojektum í høvuðstaðnum - projekt sum ikki skapa búskaparligan framburð, men bert eru útreiðslutyngjandi, og tað skulu so vit gjalda fyri, eisini í Sandoynni uttan at fáa nakað afturfyri, enn at vera kalla grenj og útreiðslupostar.
Vit í Sandoyar sýslu fara hóast alt framhaldandi at gera ogara skyldu - og krevja ogara rætt, uttan at traðka á onnur fyri at koma fram um.