Gera 28 nýggj parkeringspláss í høvuðsstaðnum

Millum Gilja fáa bilarnar nú betri umstøður

Arbeiðið uppá at gera nýggja parkeringsøkið við innkoyringina til Millum Gilja byrjaði í gjár.

 

Talan er um tilsamans 28 nýggj parkeringspláss, harav tvey pláss við elløðara og tvey pláss til avlamisbilar.

 

Plássini eru býtt í tvey við inn- og útkoyring báðumegin, og miðskeiðis millum tey er torg, har plantað verður, og har stóra jólatræðið Millum Gilja kemur at standa.

 

Samstundis verður øll rondin á samlaða stykkinum snøggað til og pyntað út móti vegnum. Arbeiðið ætlast at verða liðugt til ólavsøku.