Nólsoyingar eru sera argir inn á skjóttgangandi bátarnar, sum sigla runt um oynna, tí teir gera av við fuglin.
Tað er ófatiligt, at menn ikki virða avgerðirnar um ikki at sigla skjótt rundanum Nólsoynna.
Tað siga nólsoyingar, nú hesir skjóttgangandi bátarnir dag um dag sigla tætt í klettin allan vegin runt um Nólsoyna.
- Vit royndu ein dagin at ringja til politiið, men har var eingin hjálp at heinta. Teir bóðu okkum ringja til MRCC, og har fingu vit at vita, at teir høvdu ongan møguleika at gera nakað við málið, tí teir høvdu ikki neyðugu amboðini, sigur ein harmur nólsoyingur.
Nólsoyggin er annars fyri stuttari tíð síðani útnevnt til Ramsa øki, og tí átti hon at verið vard fyri slíkari viðferð, sum skjóttgangandi bátarnir orsakað.
- Lundin er við at koma fyri seg, g tað er langt síðani, at so nógvur sildberi hevur verið at sæð. Men hann hvørvur í dagavís, tá skjóttgangandi bátarnir hava karvað sjógvin heilt inn at klettunum. Inn at hvørjari holu fara teir, sigur nólsoyingurin.
Hetta er serliga harmiligt, nú lundin tykist hava pisur, men tað er ikki bara lundan, tað gongur út yvir.
Tað eru øll fuglasløg, ið verða ávirkað av hesum. Men serliga keðiligt er tað fyri lundan, sum av álvara tykist at vera komin fyri seg aftur, verður sagt úti í Nólsoy.