Brimgarður
Nú fer Sjóvar Kommuna undir at gera brimgarð á Strondum.
Talan er um einar 100 metrar av brimgarði, sum skulu gerast frá bátahylinum, út á Langanes.
Eivind Jacobsen, borgarstjóri, sigur, at arbeiðið kostar 700-800.000 krónur at gera.
Kommunan hevur áður fylt eitt stórt stykkið upp og brimgarðurin má gerast fyri at alt ikki skal skola útaftur.
Stykkið, sum er fylt upp, er einar 5.000-6.000 fermetrar og tað kann brúkast til onkur endamál, eitt nú ídnaðarvirki, um áhugi er fyri tí. Tað er ikki slættað, og tað verður tað heldur ikki, fyrrenn onkur hevur brúk fyri tí.