Gera film um epilepsi

Epilepsifelagið og Kringvarp Føroya samstarva um dokumentar um epilepsi

Í heyst kemur ein dokumentarur um epilepsi. Kringvarp Føroya er í ferð við at gera ein dokumentarfilm og hava heitt á Epilepsifelagið um at hjálpa sær. Hetta stendur at lesa í fundarfrágreiðingini frá ársaðalfundinum hjá Epilepsifelagnum.

 

Í heyst fer Epilepsifelagið eisini at skipa fyri einum temadegi um epilepsi, har tey fáa vitjan úr Danmark.

 

Epilepsifelagið hevi ikki so stórt virksemi í 2013, men fleiri tiltøk standa á skránni nú í 2014.

 

Annars varð nevndin afturvald uttan mótvalevni og fer at skipa seg á fyrstkomandi nevndarfundi.