Gera fortreð við at lækka skattin í Havn

– Tað fær avleiðingar fyri ætlanirnar hjá nýggju samgonguni á eitt nú eldraøkinum, at skattaprosentið verður lækkað 0,75 prosentstig.

 

Tað sigur Gunvør Balle við útvarpið. Hon verður varaborgarstjóri í nýggju samgonguni í Tórshavnar býráð, sum tekur við á nýggjárinum.

 

Hon sigur, at tað kann tulkast sum um, at gamla samgongan vil gera nýggju samgonguni fortreð, tá kommunuskatturin nú verður lækkarður beint áðrenn nýggja býráðið tekur við.

 

Hon sigur, at tað verður torført at hækka skattaprosentið aftur, tá tá tað nú verður lækka.

 

Men um so er, at nýggja samgongan vil hækka skattaprosentið aftur, so kann tað tó ikki gerast fyrr enn í fyrsta lagi um eitt ár – tá fíggjarætlanin fyri 2018 verður samtykt.