Gera greiðar reglur fyri tey sum ikki fáa børn

Í dag eru ongar fastar reglur fyri, men sjúkrahúsverkið hevur gjørt sum vanligt

Nú skulu greiðar reglur gerast fyri, hvussu sjúkrahúsverkið skal viðgera fólk fyri barnloysi . Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum. Ingilín Didriksem Strøm, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, hevur spurt hann, hvussu støðan er hjá teimum, sum ikki fáa børn, men sum mugu fáa viðger fyri barnloysi.

 

Hon spyr landsstýrismannin, hví reglurnar um viðger fyru barnloysi vórðu settar úr gildi í september í fjør og vil eisini hava hann at greiða frá, hvørjar reglur eru galdandi fyri tey, ið vilja sleppa í viðgerð fyri barnloysi

 

Landsstýrismaðurin staðfestir, at í dag eru ongar formligar reglur galdandi um viðgerð fyri barnloysi. Hann sigur, at í 2003 vórðu reglur um viðgerð fyri barnloysi settar í gildið, men tær vórðu longu settar úr gildið aftur í 2006. Av misgáum hava tær kortini ligið frammi á internetinum hjá Landsstýrinum líka síðani, men tann feilurin varð rættaður í fjør, so tær vórðu tiknar av internetinum.

 

Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at orsøkin til, at reglurnar vórðu settar úr gildi í 2006, var, at løgfrøðingarnir mettu, at tað var ikki nøktandi bara at hava reglur á hesum øki, tí tað átti at verið ein beinleiðis lóg um hetta økið.

 

Sðani tá er einki lógaruppskot lagt fyri Løgtingið, men sjúkrahúsverkið hevur kortini umsitið økið sum tey plagdu og sostatt hevur sjúkrahúsverkið viðgjørt pør fyri barnloysi, men tá ið tey hava fingið tvey børn, rindar sjúkrahúsverkið ikki fyri fleiri viðgerðum.

 

Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at í næstu tingsetu, sum byrjar ólavsøkudag og endar ólavsøkuaftan í 2022, fer hann at leggja uppskot fyri Løgtingið um viðgerð fyri barnloysi.