Gera kapping fyri føroysk listafólk

Nú skulu tað verða føroysk listafólk. sum sleppa prýða ferjurnar hjá Strandferðsluni. Listafólk sleppa at kappast um, hvør skal fáa heiðurin av at prýða ferjurnar innan

 

List


Nú skulu skipini hjá Strandferðsluni prýðast innan við føroyskari list.

Hesa avgerð hevur landsstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djurholm nú tikið.

?Fyrsta skipið, sum listafólk sleppa at royna seg við, verður nýggja suðuroyarferjan, sum eftir ætlan verður liðug á sumri í 2004.

Bjarni Djurholm segði, at Í hvørjum einstøkum føri verður avrátt, hvussu stórar upphæddir skulu brúkast til at prýða hvørt skipið við.

Hann segði, at tað verðir soleiðis, at arbeiðini at prýða ferjurnar innan, verða boðin út, og so kunnu føroysk listafólk bjóða uppá at gera tey.

Í tí sambandinum er stjórin á Strandferðsluni farin í holt við at gera eina skipan fyri, hvussu farast skal fram í hesum føri.

Hann sigur, at ætlanin er, at tá ið skip, kortini skulu á beding, ella til eftirlit, ella til umvælingar av onkrum slag, so skal tað gerast til ein part av arbeiðnum, at skipini skulu prýðast innan við føroyskum listaverkum.

Strandferðslan skal seta treytir fyri, hvat listin umborð á hvørjum skipi skal ímynda, tað kann t.d. vera okkurt, sum hevur tilknýti til farleiðina, sum skipini skal sigla á.

Hann sigur, at hann hugsar sær at nýggja Sandoyarferjan verður annað skipið, sum fer at verða prýtt við listaverkum, aftaná nýggju suðuroyarferjuna.

Men hann ásannar eisini, at summi av skipunum eru so gomul, at tað er ikki rætt at brúka pening upp á tey.


Góð reklama

Landsstýrismaðurin segði, at hetta er eitt gott høvi hjá føroyskum listafólkum at gera list sína kenda, ikki bara millum føroyingar, men eisini hjá teimum útlendingum, ið ferðast við skipunum.

? Hetta kundi verðið ein góð reklama fyri føroyska list, sigur hann.

Men hann legði afturat, at samstundis gera listafólk ein partur í royndunum hjá Strandferðsluni at skapa hugnað og trivnað umborð á skipunum, samstundis sum tey skapandi evnini hjá føroysk listatafólkum verða brúkt.

? Henda avgerð er tí tikin bæði fyri at geva føroyskum listafólki møguleikar, vinnuliga at virka í sínum starvi og fyri at geva Strandferðsluni møguleika at skapa betri trivnað umborð á skipunum, segði Bjarni Djurholm.

Hann leggur afturat, at hann samstundis metir hetta sum ein part av uppgávunum hjá vinnumálastýrinum at vera við til at menna føroyska list.