Gera keiini í Vági betri

Nú skulu yvir 6.200 fermetrar á keiøkinum í Vági slættast og asfalterast og tað fer at gera tær vánaligu arbeiðsumstøðurnar nógv betri enn tær nú eru

Vágbingar fara nú at asfaltera eitt stórt øki niðri á keiini.

Eyðfinn Mørk, formaður í Havnanevndini í Vágs Býráð, sigur, at talan er um yvir 6.200 fermetrar, sum nú skulu asfalterast niðri á keiøkinum.

Hann sigur, at keiøkið er illa farið og at hetta er eitt arbeiði, sum hevur ligið á láni í fleiri ár.

Í fjør var tann vestari parturin av keiøkinum asfalteraður, men tá vildi Býráðið ikki asfaltera allan tann uttara partin eisini.

Tí tá skuldi eitt stórt stykki fyllast út til tað nýggju frystigoymsluna, og tann tunga ferðslan, sum tók seg upp tá, hevði oyðilagt tað aftur beinanvegin.

Men nú verður so alt økið asfalterað, bæði omankoyringarnar, tað stóra stykkið imillum keiurnar og tað stóra stykkið vestanfyri Polarfrost. Summastaðni skal takast av og aðrastaðni skal økið hækkast fyri at fáa tað javnari.

Tilsamans er alt økið, sum skal asfalterast, gott 6.200 fermetrar.

Og tað er rættiliga dýrt at asfaltera.

Eyðfinn Mørk sigur, at tað fer at kosta kommununi útvið 700.000 krónur at gera arbeiðið. Tvs, at tað kostar um 110 krónur fermeturin at asfaltera.

Tað er Landsverkfrøðingurin ið skal gera arbeiðið, sum bæði havnanevndin og Býráðið hava samtykt.

Ætlanin er, at arbeiðið skal byrja mánadagin, men tað verður gjørt í tveimum umførum.

Samstundis, sum Landsverkfrøðingurin kemur suður at asfaltera keiøkið, skal hann eisini asfaltera høvuðsvegin ígjøgum Vág.

Formaðurin í havnanevndini sigur, at í fyrstu atløgu verður kalt asfalt lagt á bæði á keiøkið og á høvuðsvegin.

Eftir summarfrítíðina verður so tað heita asfaltið lagt á.

? Tá ið hetta arbeiðið er gjørt, fer tað at gera arbeiðsumstøðurnar á keiøkinum nógv betri enn tær nú eru, sigur Eyðfinn Mørk.

? Tað er heilt fitt av arbeiðið á keiini í Vági, bæði á fiskavirkjunum, men eisini á frystigoymsluni, sigur hann.

?Í sambandi við alt hetta arbeiði er rættiliga nógv koyring til og frá virkjunum og frystigoymsluni, ikki minst við trukkum.

? Men keiin er so ósløtt, at tað er illa arbeiðindi og tað er rættiliga darvandi við tað, at plattar detta av o.s.fr.

? Men nú alt økið verður asfalterað, skuldi tað hjálpt mundandi uppá støðuna og gjørt arbeiðsgongdina nógv effektivari, enn hon hevur verið, sigur formaðurin í havnanevndini í Vágs Býráð.

Vágs Býráð ætlar sær eisini so við og við undir at gera ábøtur á aðrar vegir í bygdini, sum eru rættiliga illa farnir, sigur Eyðfinn Mørk.