Á Strandferðsluni eru tey farin at pakka, tí nú skal stovnurin flytast til Suðuroyar. Tann 14. januar letur Strandferðslan upp á Tvøroyri Á Strandferðsluni í Havn er støðan av álvara farin at mekjast av, at tann stóri flytidagurin er farin at nærkast.
Har eru tey nevniliga farin at pakka, tí nú skal Strandferðslan flytast til Suðoyar.
Jákup Danielsen, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at avgerð er tikin um, at mánadagin 7. januar verður skrivstovan í Havn endaliga afturlatin.
Og eina viku seinni, mánadagin tann 14. januar, letur Strandferðslan sostatt upp á Tvøroyri.
Jákup Danielsen sigur, at flytikassar eru komnir og hesar næstu dagarnar skulu teir pakkast.
Ætlanin er at flyta alla útgerðina suður við Smyrli mánamorgunin 7. januar og so verður beinanvegin farið undir at rigga skrivstovuna á Tvøroyri til.
- Sostatt lata vit upp aftur á Tvøroyri mánamorgunin tann 14. januar.
Hann sigur, at tað slepst sostatt ikki undan, at virksemið hjá stovninum fer at vera órógvað til flytingin er fingin í rættlag, serliga í vikuni frá 7. til 14. januar.
Men telefonin verður tikin sum vant og rutuupplýsingin fer somuleiðis at virka sum vant.