Gera klárt til fótbótlsbrak í Vágsbotni

Menn frá Ljóðtøkni eru í løtuni í ferð við at seta upp stórskíggja í Vágsbotni. Skíggin stendur beint yvir av nýggju trappuni – og hann er einar 25 fermetrar til støddar.

 

Tað er dysturin millum grannar okkara Ísland og Portugal, sum verður vístur í Vágsbotni í kvøld. Tiltakið byrjar klokkan 19:30, og sjálvur dysturin byrjar klokkan 20.

 

Hetta er fyrsti dystur hjá Íslandi yvirhøvur í einum EM-endaspæli nakrantíð, og íslendingar bíða sum vera man spentir eftir at síggja garparnar sparka við teimum bestu í Evropa.

 

Tað er í samstarvi við Televarpið, Ljóðtøkni og Miðlahúsið, at stóri skíggin verður settur upp.

 

Hvonn og Eta hava serliga EM-matskráir, og har ber eisini til at keypa sær drykkjuvørur.

 

Áðrenn dysturin verður bríkslaður ígongd, fer Tróndur Sigurðsson, formaður í byggi- og býarskipanarnevndini, at siga nøkur orð.

 

– Øll eru vælkomin oman á trappuna við íslendskum fløggum at síggja Ísland og Portugal á stórskíggja, tá ið liðini bresta saman kl. 20 í kvøld 14. juni, skrivar Tórshavnar býráð.

 

Ferðslan í miðbýnum er broytt nakað hesa løtuna, dysturin verður leiktur.