Gera klárt til innkomuvegin

Umstríddi innkomuvegurin til høvuðsstaðin verður væntandi skjótt veruleiki

Ikki síðan leirvíkingar og Landsverk vóru ósamd um bestu farleiðina til Norðoyartunnilin, hevur so stór umrøða verið um ein veg sum ætlaða innkomuvegin til Havnar, sum nú verður bygdur í samband við Eysturoyartunnilin.


Stríðið um innkomuvegin er tó eldri enn tunnilsverkætlanin, men hevur vegurin fingið uppaftur størri týdning eftir, at avgjørt varð at gera ein undirsjóvartunnil millum Skálafjørðin og høvuðsstaðin. Eftir fleiri ára ósemju millum Landsverk og Tórshavnar býráð um hvussu vegurin skuldi gerast, eydnaðist tað í oktober 2016 loksins undanfarna býráði at gera eina semju við Landsverk um vegin, men tá nýtt býráði tók við 1. januar í ár, boðaði Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, frá, at tey ikki tóku undir við gomlu semjuni, men ynsktu ein tunnil heldur enn veg.


Hesum tóku hvørki Henrik Old, landsstýrismaður í Samferðslumálum, ella Landsverk undir við, og varð endin eisini, at nýggja býráðið bakkaði og tók undir við gomlu semjuni, ið inniber, at ein vegur verður gjørdur frá Hjalla og til Villingardalsvegin.


Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, upplýsir fyri Miðlahúsinum, at sambært avtaluni, so er tað tunnilsfelagið, ið skal gera fyrsta partin av arbeiðinum, ið er vegurin frá tunlinum og niðan til har nýggi innkomuvegurin skal byrja á Hjalla. Síðan fer Landsverk undir at gera sjálvan innkomuvegin við peningi, ið væntandi verður játtaður á komandi fíggjarlóg.


Teitur Samuelsen, stjóri í Eystur- og Sandoyartunlar upplýsir fyri Miðlahúsinum, at tað arbeiðið er farið í gongd.


- Arbeiða við at prosjektera er í gongd og verður tað liðugt í ár, men eg veit ikki heilt nær vegurin er liðugur ella nær farið verður í gongd við at gera hann, sigur Teitur Samuelsen.
Vegateinurin, ið tunnilsfelagið skal gera av Hvítanesi til innkomuvegin oman fyri Sandvíkarhjalla, er umleið 1,2 kilometrar til longdar.


Umframt at gera vegin niðan til innkomuvegin, hevur tunnilsfelagið eisini eina avtalu um at veita grót til nýggja innkomuvegin.