Gera klárt til klaksvíkskappingina

Formaðurin í KÍ heldur, at áhugin er stórur í Klaksvík fyri kappingini

Klaksvíkskappingin byrjar klokkan 13 í morgin. Klokkan 13 er grannauppgerð millum føroyameistararnar, HB og bronsuvinnararnar, B36. Klokkan 15 taka vertirnir, KÍ ímóti silvurvinnarunum, ÍF.

 

Dysturin um triðja plássið verður sunnudagin klokkan 13, og finalan verður sunnudagin klokkan 15.

 

Tummas Lervig, formaður í KÍ heldur, at áhugin fyri kappingini er stórur í Klaksvík, tí klaksvíkingar ætla eisini at síggja dystin millum HB og B36.

 

Hann er spentur um sítt egna lið, sum hevur fingið ein búna aftur, sum minnir um tey glæsuligu árini millum 1942 og 1972, tá KÍ vann 17 av sínum 19 meistaraheitum. Ein fortíð, sum Tummas ikki heldur eigur at verða tyngjandi, men heldur eggjandi.

 

Við at TRÝSTA á PÍLIN undir myndini ber til at hoyra eina samrøðu við Tummas Lervig um KÍ og Klaksvíkskappingina.