Gera mentanarkatedral á Drelnesi

Tað hevur tikið sína tíð, men nú bendir mangt á, at verkætlanin við saltsilo?ini á Drelnesi gerst veruleiki. - Fyrireikingarnar til ?Verkætlan SALT? eru komnar rættiliga langt, sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri.

- Ja, so langt eru arbeiðið komið, at fyrireikingar nú eru gjørdar til at stovna ein serstakan silo-grunn, vísir borgarstjórin á.

Hesin grunnurin skal hava yvirskipaðu ábyrgdina av at umbyggja silo?ina og reka hana, tá hon stendur liðug.

Fyrrverandi íslendski forsetin, Vígdis Finnbogadóttir er verji hjá ætlanini. Og uttan hennara virkna leiklut var henda verkætlanin neyvan komin undir land.

Verkætlanarleiðarin, Ólavur Rasmussen hevur ikki hug at gera stórvegis viðmerkingar um hetta málið.

Tað einasta, hann vil siga er: ?Tað sær gott út!?

Verkætlanin SALT miðar eftir at umskapa gomlu saltsilo?ina til ein sannan katedral til bæði sjónleik, tónleik og onnur mentanartiltøk.