Gera nógv burtur úr 50 ára degnum

Skótarnir í Leirvík ætla at gera nógv burtur úr, nú skótalið Leirvíks Páll hevur 50 ár á baki. Fleiri tiltøk verða komandi vikuskifti í bygdini.

Byrjað verður fríggjadagin 4. mai við gudstænastu í Leirvíkar kirkju kl. 11, har skótarnir skipa fyri og luttaka við upplestri, sangi og tónleiki.

Leygardagin 5. mai millum klokkan 10 og 16 verður familjutiltak í Limmilund. Har verður m.a. høvi at royna ymiskt skóta virksemi, kappingar, postarenning, matgerð og mangt annað spennandi, stuttligt og áhugavert fyri alla familjuna.

Seinni um kvøldið verður stór almenn veitsla í Bygdarhúsinum, har skótarnir skipa fyri. Á skránni verður skemt, sangir og ymiskt annað undirhald, 50 ára afturhvarv, røður og mangt annað.

Øll tiltøkini eru almenn og øll eru hjartaliga vælkomin og vóna skótarnir, at mong, í bygd og avbygd, vilja hátíðarhalda 50-ára stovningardagin saman við teimum.

KFUM-skótarnir í Leirvík hava í dag umleið 80 limir, frá 1. flokki og uppeftir, ein úlvaflokk, eitt skótalið og eitt ungdómsskótalið. 15 leiðarar taka sær av tí dagliga arbeiðinum. 





5.5.62

KFUM-skótarnir í Leirvík vórðu stovnaðir 5. mai 1962. Martin Fjallstein, sum frammanundan var skóti í Fuglafirði, fór undir skótaarbeiðið í Leirvík.

Skótaovasti um hetta mundi var Jákup Bærendsen, sum var lærari í Fuglafirði. Hann átti sín góða part av at arbeiðið í Leirvík fekst í lag og at eitt bólkaráð varð stovnað.