Í samband við at kvinnurnar hja Stjørnuni eru føroyameistarar, verður nógv gjørt burtur úr, tá seinasti dysturin hjá liðnum verður í KÍ-høllini leygardagin.
Í samband við dystin spælir Klaksvíkar Hornorkestur, røðir verða hildnar og eisini verða heiðursmerkini handað.
Bakaríið hjá Símun fer eisini at hava framsýning av lagkøgum.
Eisini verður møguligt hjá áskoðarunum at fáa kaffi og lagkøkur frá Símun. Fyri børnini verður fiskidammur, og tey fáa sodavatn og góðgæti. Sangur og undirhald verður við Niclas Hera Jákupsson, Jógvan Hansen og Arnfríð Lützen.
Gospel konsert
Leygarkvøldið klokkan 22.00 verður konsert í KÍ-høllini við kenda gospelbólkinum I?am og Torkil Mørkøre fer eisini luttaka. Hendan kosertin verður í umleið tveir tímar. Kostnaður er 50 kr.
Um kvøldið verður veitsla á Tekniska Skúla og seinni verður dansur, har kendi bólkurin TAXI fer at spæla. Umframt TAXI luttaka limir úr Dynamit og Aria.
Í løtuni eru atgongumerki til veitsluna til sølu á Shell Quick Service, og tey kunnu keypast til klokkan 19.00 í kvøld. Kostnaðurin fyri bæði veitslu og dans er 200 krónur.