Gera neyst til frítíðarbátar

Ætlanir eru um at leggja øki í Søldarfirði av til neyst til frítíðarbátar

Á býráðsfundi klokkan 17 í dag skal býráðið í Runavíkar kommunu taka støðu til ætlan at fáa øki til vega ætlað at byggja stór neyst, sum serliga eru ætlað til so nevndar frítíðarbátar.

Ætlanin er at fáa øki til vega til tílík neyst við Trøllaklett í Søldarfirði.

Vinnu- og havnarnevndin mælir til, at býráðið tekundur við, at tekniska deild ger ítøkiliga verkætlan og í tí sambandi fyrireikar býarplansbroyting og broyting í byggisamtyktini, sum eisini skal loyva summarbústøðum.

Byggi- og býarskipanarnevndin tekur undir við tilmælinum hjá vinnu- og havnarnevndini.