Mánadagin fór Skopunar kommuna undir at týna skøru úti í Skarð, tey rópa. Tíverri sæst týðiliga, hvussu skjótt skøran breiðir seg, og nú sæst skøra eisini í bygdini í Skopun, verður sagt

Gera nógv fyri at fáa fatur í skøruni í Skopun

- Tað hevði verið til stórt gagn, um skøran bleiv beind burtur so skjótt, sum komið verður fram á hana

Mánadagin fór Skopunar kommuna undir at týna skøru úti í Skarð, tey rópa. Tíverri sæst týðiliga, hvussu skjótt skøran breiðir seg, og nú sæst skøra eisini í bygdini í Skopun, verður sagt

- Mánadagin fór Skopunar kommuna undir at týna skøru úti í Skarð, tey rópa. Tíverri sæst týðiliga, hvussu skjótt skøran breiðir seg.

 

Soleiðis siga tey í Skopunar kommunu i dag.

 

- Fleiri í bygdini hava gjørt vart við, at tey hava sæð skøru inni í bygdini eisini.   

 

Lagt verður aftrat, at tað hevði verið til stórt gagn, um skøran bleiv beind burtur so skjótt, sum komið verður fram á hana.

 

- So, lat okkum standa saman og fáa bast hesum skaðavøkstri, áðrenn hann fær fastatøkur í bygdini.

 

Um heimasíðuna hjá Skopunar kommunu - www.skopun.fo - sæst vegleiðing um, hvussu skøran kann beinast burtur.

 

 

 

 

 

Mánadagin fór Skopunar kommuna undir at týna skøru úti í Skarð, tey rópa. Tíverri sæst týðiliga, hvussu skjótt skøran breiðir seg, og nú sæst skøra eisini í bygdini í Skopun, verður sagt