Nú verður farið undir at byggja Býlingshúsið á Flat, í Hoyvík, út fyri at gera pláss fyri fleiri børnum.
Tað hevur býráðið nú samtykt.
Í løtuni er pláss fyri 52 børnum á dagstovninum, men endamálið við útbyggingini er at tvífalda barnatalið, soleiðis at tað verður pláss fyri 100 børnum á stovninum.
Annars hevur býráðið leigað lonirnar í Hoydølum til barnaansing, men treytin fyri at býráðið fekk tær til leigu yvirhøvur, var, at talan skuldi vera um eina fyribils loysn.
Tað merkir, at lonirnar verða bara býráðnum til taks til árslok 2020, ella í hálvt annað ár aftur, og tá má býráðið hava eina eina loysn klára.
Bæði umsitingin í býráðnum og meirilutin í býráðnum, mæla til at halda avtaluna.
Hoydalar eru settar av til frílendi og skal tað broytast, verður tað ein sonn kanossaferð við at broyta byggisamtykt, umframt at fáa loyvi til tað frá landsmyndugleikunum og friðingarmyndugleikunum.
Og tað er eingin trygd fyri, at tað. fer at eydnast og tí mæla tey til at finna eina aðra loysn fyri at fáa trygd fyri, at børnini ikki liggja úti á berajólum, tá ið leiguavtalan um lonirnar í Hoydølum endar.
Tí heldur meirilutin í býráðnum, at tað er neyðugt at finna eina varandi loysn og tískil verður mælt til at byggja dagstovnin á Flat, út.
Arbeiðið er boðið út og trý tilboð komu inn. Tað var felagið, ÁTS, sum hevði lægsta tilboðið og tað var upp á 28 milliónir. Men við eftirliti, ráðgeving, mvg, listprýði, innbúgvi og øðrum óvæntaðum útreiðslum, fer arbeiðið at kosta 36 milliónir.
Á fíggjarætlanini fyri í ár eru 18 milliónir til taks til endamálið, so tað verður neyðugt at játta 18 milliónir afturat á fíggjarætlanini fyri næsta ár.
Men í hesum sambandi skal greiða eisini fáast á, hvussu ferðslan skal skipast fyri at vera til so lítlan ampa sum gjørligt.
Men minnilutin í býráðnum, tekur ikki undir við hesum. Tróndur Sigurðsson, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin, vísi á, at skjótt fer gamli musikkskúlin á Frúutrøð at standa tómur, har tað ber til at gera dagstovn fyri lítið og lætt. Býráðið hevur eisini fleiri onnur høli tøk.
Hann vísir eisini á, at í Hoydølum eru høli, sum ikki verða brúkt, og tað átti at borið til at brúkt tey eisini.
Marin Katrina Frýdal heldur ikki at tað er rætt at koyra smábørn inn á gamlar barakkir og tí heldur hon, at tað er rætt at byggja nýtt fyri at fáa so góðar umstøður sum gjørligt.
Og tá ið samanum kom, varð ætlanin samtykt um at byggja stovnin á Flat út, so at verður pláss fyri 50 børnum afturat.