Gera politikarar sær dælt av teim avvarðandi?

10. oktober var altjóða psykiatridagur. Ein einastandandi væl fyriskipaður og áhugaverdur dagur – stórt rós til fyrireikararnar! Alskyns áhugaverd, gleðilig og kunnandi átøk vóru hendan dagin

Tað er so kveikjandi at uppliva áræðið hjá starvsfólkunum har. Átøkini fyri sjúk, avvarðandi og starvsfólk eru einastandandi. Eftirútbúgvingar, starvfólk við alskyns førleikum eisini við brúkarafortreytum, átøk í mun til avvarðandi, verkætlanir er bert nakað av tí sum hent er seinastu tíðina. Ein fegnast við teimum.

Men sum politikari fái eg kortini ein knút í búkin, tá eg hugsi um fysisku karmarnar hjá psykiatriska deplinum. Undanfarna Trivnaðarnevnd Løgtingsins var og vitjaði á deplinum fyri stuttum. Veit at flestøll vóru skelkaði av fysisku umstøðunum á deildunum. Gamalt, niðurslitið, felags baðirúm, 2 – 4 persónsseingjarstovur. Helst hugsaðu vit øll ”Tað krevur eina góða heilsu at vera innlagdur her!”

At nútímasgera psykiatriska depilin nú, MÁ eftir mínum tykki vera ein raðfesting, alt tingið kann semjast um. So mín vón er, at landsstýrimaðurin í heilsumálum tvíheldur um, at psykiatriski depilin í langtíðaríløguætlanini stendur fyri tørni nú.

 

Sálarsjúku børnini

Allur bati bøtur og sjálvsagt var gott, at peningur fekst til vega til barna og ungdómspsykiatriina á fíggjarlógini 2008. Trupulleikin er, at peningurin ikki røkkur longur enn til at diagnostisera børnini. Havi eisini skilt, at fleiri av børnunum, sum hava ávísar diagnosir verða send av landinum. Helt, at vit fóru burtur frá hesu loysn fyri fleiri ártíggjum síðan. Hvussu kann eitt samfelag sum ikki rúmar teim sálarsjúku, enn tá børnunum kalla seg eitt vælferðarsamfelag? Tá er talan veruliga um eitt fátækt samfelag. Eitt samfelag uttan fjølbroytni er fátækt.

Mær er komið fyri oyrað, at tað kostar meir enn eina millión fyri hvørt barnið at senda tey av landinum. Eina millión fyri hvørt barnið! Hví ikki geva børnunum møguleikan HER. Gera eindir til børn við serligum tørvi her á landi, so tey ikki skulu úr tí umhvørvinum, har tey kenna seg mest trygg, nærumhvørvið rúmar teimum og hevur umsorgan fyri teimum og familjan trívist væl. Familjurnar fara við tungum huga avstað – tí tað er her tey helst vilja vera vera. Hjá teimum, sum tey eru best við. Samstundis stendur fólkatalið í stað – kann tað undra nakran?

Um vit hugsa í krónum og oyrum eru tað nógvar milliónir vit lata av landinum fyri hesi børn um framt at barnið, sum kundi ment seg her, systkini sum kundu vaksið upp her – og foreldrini sum eru dýrabar arbeiðsmegi og skattgjaldarir – vit lata tey fara!

 

Økispsykiatriin

Økispsykiatriin er nú farin til verka í Eysturoy og Streymoy. Endamálið – um peningur er tøkur – er at hava eina vælvirkandi økispsykiatri um alt landið. Gott er sjálvsagt, at sjúklingarnir kunnu fáa hjálp í nærumhvørvinum. Men ein sannroynd er eisini, at jú fyrr ein sálarsjúlur fær hjálp, tess betri. Við økispskykiatriini er hjálpin tøk í nærumhvørvinum og fólk kunnu fáa viðgerð skjótari. Eisini fyribyrgir og styttir økispsykiatriin inleggingarnar. Og, hóast alt ikki eigur at snúgva seg um krónur og oyru er ein sannroynd at peningur skal til. Hinvegin, ein innlegging kostar fleiri túsund krónur um dagin. So eingin ivi er um, at vit við at játta pening til økispsykiatriina eisini fáa færri og styttri inleggingar og tá sparir heilsuverkið pening. So tað kann bara vera ein góða íløga at hava eina vælvikandi økispsykiatri.

 

Avvarðandi hjá sálarsjúkum

Annlis Bjarkhamar fekk hugskotið og legði verkætlanina “At síggja við hjartanum” til rættis. Hon hevur tosað við 30 føroyingar sum eru avvarðandi at sálarsjúkum - makar, systkin, foreldur at sálarsjúkum. Hárreisandi at lesa, hvussu lítla hjálp tey hava fingið, eisini tí at økið ikki er raðfest politiskt. Men tíbetur hava tey eisini alskyns uppskot um, hvat skal til, til tess at bøta um korini hjá teimum og teim sálarsjúku tey varða av. Nakað av tí tey ynskja er undirvísing til avvarðandi um sálarsjúku, og hvussu tey ansa eftir sær sjálvum til tess at hava orkuna til at vera um og skilja hin sálarsjúka. Tað hevði avgjørt bøtt um korini hjá teim avvarðandi, yvirskotið at vera um og stuðla tí sum er sálarsjúkur – ja, betri lívsdygd til báðar partar. Fakfólk eru sum undirvísa teim avvarðandi, men at bíðilistin er langur.

Ein avvarðandi segði í prátinum við Annlis Bjarkhamar, at politikararnir gera sær dælt av teim avvarðandi. Er tað so, kunnu vit spyrja. Og hondina á hjarta: ja, kanska hugburðurin ofta tykist vera at: So leingi vit ikki fyrihalda okkum til ein trupulleika finst hann ikki. Tí er so gott at hendan verkætlanin vónandi hevur latið eygu okkara upp. Lat okkum vísa teimum, at vit hoyra, fata og raðfesta boðskapin um, hvør tørvurin er. Lat okkum tryggja, at tað er seinastu ferð vit hava hoyrt avvarðandi siga:: “Eg havi eina djúpa sorg, og eingin hjálpir mær at viðgera hana!” “Tú gongur sum avvarðandi allatíð og ert bangin.” “Eg kann ikki sleppa, tí hvør tekur yvir?” Hesi eru bert nøkur av rámandi orðunum hjá teim avvarðandi úr frálíka bóklinginum: “At síggja við hjartanum”

Vónandi ber fíggjarlógin fyri komandi ár brá av, at vit ikki gera okkum dælt av teim avvarðandi, og at vit veruliga ynskja ábøtur innan økið.p