Gera seg inn á bjargingarbátar

Ikki færri enn fimm ferðir seinastu tvær vikurnar eru trý skip í Fredricia í Danmark vorðin rakt av, at lívsneyðugir bjargingabátar eru brotnir upp og oyðilagdir.

Neyðrakettir eru stjolnar, men tað, sum tjóvarnir helst hava leitað eftir, hava teir ikki funnið. Hugsandi er, at teir hava leitað eftir onkrum heilivági, men eitt nú morfin finst ikki í hesum bjargingarbátum longur.

Tað er skiparin, Claus Nielsen, ið siglur við ferðafólki í Lítlabelti um sumrarnar, sum er keldan til hesar hendingar í Fredricia.

Hann sigur, at eingin heilivágur sterkari enn høvuðspínutablettir og sjóverkstablettir er at finna longur í fyrstuhjálpartaskuni.

- Tað eru eini 30-40 ár síðan, at teir, ið eiga skipini, serliga útróðrarbátarnar, byrjaðu at læsa inni heilivág sum morfin, tí áhaldandi innbrot vóru eftir slíkum heilivági, sigur skiparin, Claus Nielsen.

Fleiri aðrar slíkar hendingar hava verið í Danmark seinastu tíðina, og í einum øðrum føri varð ein bjargingarbátur ætlaður til ikki færri enn 25 persónar blástur upp í skipi hjá heimaverjuni í Fredricia.

Tað kostar heilar 55.000 krónur at fáa ein slíkan bjargingarbát brúkiligan og góðkendan aftur.