Henda sannroynd er ikki nýggj, skrivar Vinnuhúsið í tíðindaskrivi. Í 1992 var eitt álit viðv. el-prísum og kappingarførinum hjá vinnuni lati landsstýrinum. Hetta vísti, at prísirnir í Føroyum lógu sera høgt í mun til onnur lond, og at prísvøksturin á ravmagni hjá okkum, undanfarna 10 ára skeiðið, hevði verið nógv hægri enn aðrastaðni. Prísirnir vóru tvífaldaðir frá 1980 til 1992.
SEV hevur víst á, at prísirnir í Grønlandi eru hægri enn hjá okkum, og at lond sum Japan og Týskland liggja á okkara prísstøði, tá tað kemur til el til vinnuna.
Á tele-økinum, ið sum SEV hevur kaðalkerv um alt landið, er monopoli avtikið. Fyri fáum døgum síðani boðaði Fjarskiftiseftirliti frá, at prísirnir á internet sambandi væntandi verða lækkaðir, tí tveir kappingarneytar nú fara at bjóða tænastur á hesum øki.
Um ein tilsvarandi broyting hendi innan ravmagnsøkið, kundi hent at einstøk virkir valdu at gera sjálvstøðugar loysnir ? t.d. at seta eina vindmillu upp og at senda yvirskotsstreym út á netið.
Føroya Arbeiðsgevarafelag metir, at nýhugsan og kapping sum heild førir til størri effektivitet og lægri prísir ? og hvør sigur, at hetta ikki eisini er galdandi tá ta kemur til ravmagn.