Gera tað munandi lættari at búgva á útoyggj

Útoyggjarnar skulu vera royndarøki sum fer at gera tað munandi lættari at búgva har


Útoyggjarnar skulu verða eitt royndarøki at vita, hvussu alternativ orka til húsarhald riggar í Føroyum

Tað heldur Henrik Old, løgtingsmaður.

 

Løgtingið viðger javnan spurningar um alternativa orkuveiting og í løtuni er eitt uppskot frá Tjóðveldi til viðgerðar í Løgtinginum um at landið skal veita húsarhaldum og vinnufyrtøkum stuðul til at leggja um til grøna orku.

 

Hendrik Old, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, heldur, at tað hevði verið sjálvsagt at landið brúkti útoyggjarnar sum royndarøki á hesum føri.

 

Hann vísir á, at fólk á útoyggj hava mangan eitt ómetaligt stríð av at fáa olju til húsini, tí ferðasambandið er so vánaligt.

 

Men hann heldur, at landið kann fáa tvey fyri eitt við at gera útoyggjarnar til royndarøki á hesum øki.

 

- Í fyrsta lagi fer ein slík skipan at gera tað munandi lættari at búgva á útoyggj, tí so sleppur fólkið har, undan at baksast við oljutunnur, og at fáa olju til hvørt hús.

- Og samstundis fer hetta eisini at gera tað munandi bíligari hjá fólki at búgva á útoyggj, tí oljan er so dýr.

 

- Í øðrum lagi fáa vit sjón fyri søgn fyri, hvussu ymsar orkukeldur roynast í Føroyum, bæði tekniskt og fíggjarliga.

 

Eitt, Henrik Old hugsar sær, er, at húsarhald á útoyggj fáa mvg afturgoldið av hitapumpum fyri at gera tað bíligari.

 

Hann ásannar, at tað er ikki serliga grøn orka, tí hitapumpur brúka streym.

- Men so verður oljutangin fluttur av útoyggj, inn á SEV verkið á Sundi og tað fer í øllum førum at gera tað munandi lættari hjá fólki á útoyggj.

 

Henrik Old vísir á, at Løgtingið hevur sett nakað av pengum av til at stuðla útoyggjunum við og hann heldur, at tað er sjálvsagt, at tað kann verða brúkt til eina slíka royndarskipan.

 

Hann sigur, at tað eru ikki so nógv hús á útoyggj, so talan er um eina skipan, sum ikki verður so dýr. Men samstundis er talan um eina skipan, sum verður passaliga avmarkað sum eina royndarskipan at vita, hvussu tað hilnast.