Gera tunnil undir Leirvíksfjørð um fýra ár

Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum skjýtur upp at fara undir næsta undirsjóvartunnilin beint aftaná at Vágatunnilin er liðugur

Um fýra ár verður farið undir undirsjóvartunnil undir Leirvíksfirði.

Tað er eitt av uppskotunum, hjá Karsten Hansen, landsstýrismanni í fíggjarmálum í teirri 10 ára verklagsætlanini, sum hann nú er komin væl áleiðis við.

Sum vit greiddu frá í blaðnum í gjár, er landsstýrismaðurin í ferð við at gera eina 10 ára ætlan fyri, hvussu føroyska samfelagið skal byggjast út tey komandu árini.

Her er tað útbyggingarnar hjá landinum, sum talan er um, men hann heldur, at tað hevur stóran týdning at raðfesta útbyggingarnar.

Hann heldur, at tað er umráðandi at hava tamarhald á íløgunum.

Tí mælir hann til, at íløgurnar verða um 160-170 milliónir um árið, tí tað heldur hann er ráðiligt eftir búskaparligu støðuni í løtuni.

Hann heldur eisini, at tað er ógvuliga umráðandi, at útbyggingarætlanin verður brúkt sum eitt búskaparligt amboð, so at meiri ferð kann setast á, har virksemi er lítið frammanundan og at ferðin hinvegin kann setast niður, at virksemið er ov stórt frammanundan.

Tí er ætlanin at endurskoða alla 10 ára verklagsætlanina á hvørjum ári.

Endamálið er at fáa so stóra politiska undirtøku fyri tí sum gørligt, og tí ætlar hann at fáa andstøðuna at taka undir við verklagsætlanini. Í tí sambandi verða utan iva eisini broytingar gjørdar.

? Ein fundur hevur verið við andstøðuna og hann var góður, sigur Karsten Hansen.

Tað eru nógvar stórar útbyggingarætlanir í verklagsætlanini hjá Karsten Hansen.

Men ein tann av teimum heilt stóru, er, at hann skjýtur upp, at undirsjóvartunnil verður gjørdur undir Leirvíksfirði.

Hann mælir, at farið verður undir hendan undirsjóvartunnilin í 2004.

Tað er beint aftaná, at Vágatunnilin er liðugur, tí eftir ætlanini, skal verða koyrandi ígjøgnum hann á sumri í 2003.

Karsten Hansen sigur, at í verklagsætlanini skjýtur hann upp at fara fram eftir sama leisti, tá ið tunnilin undir Leirvíksfirði verður gjørdur, sum farið er fram, nú Vágatunnilin verður gjørdur. Og sum kunnugt er eitt alment partafelag stovnað at gera Vágaunnilin, sum landið so setir 20 milliónir æí um árið.

?Mítt uppskot er, at vit brúka sama framferðarháttin, tá ið farið verður undir Leirvíkstunnilin og byrjað í 2004 at seta 20 milliónir av um árið til hendan tunnilin. Men spurningurin um tunnil undir Leirvíksfirði stendur og fellur við, hvussu arbeiðið gongur at gera Vágatunnulin, skoytir hann uppi í. Hann leggur afturat, at verður tunnilin gjørdur, fer tað samstundis at spara landinum hópin av peningi, sum tað annars hevði verið noytt til at brúkt til bæði til strandfaraskip og ferjulegur.ig;ddin er so umráðandi. Tí tað er sera tungt at hanga í einum enda einastaðni í miðum sjógvi, meðan streymurin alla tíðina vil fara avstað við tær. Tí er umráðandi, at rímiliga friðaligt eisini er upp og niður.

Bíðað varð í spenningi fyri at vita, um teir kanska høvdu onkran lut uppi á sær, tá teir komu. Men so var ikki.

Tó so, teir høvdu funnið ein borðisk, sum teir høvdu tikið, men vóru so óhepnir, at teir mistu hann, meðan teir steðgaðu á einastaðni á veg upp.

Slíkt hendir, og verður bara tikið við í ætlanina sum tað, tað er, segði verkætlanarleiðarin og ypti øksl.


Dreymurin

Hetta var bara dreymurin, sum gekk út, sigur Heri Andreasen, sum er tann, ið leiðir verkætlanina við Jólaskipinum.

Hann sigur, at ætlan teirra frá fyrstan tíð var at finna skipið og filma tað. Bar so til at fáa eitthvørt upp av skipinum, var hetta bara ein frálíkur síðuvinningur at fáa.

Og vinningin hava teir nú fingið, fegnast hann um. Tó verður farið einaferð aftrat niður aftur, áðrenn givist verður á hesum sinni. So er spenningurin mest um, hvørt teir finna klokkuna ella ikki.

Ein kassa hava teir sæð, sum teir hava verið serliga áhugaðir í at fáa latið upp. Tosað hevur verið um, hvørt tað mundi vera ein pengakassi. men tað heldur Heri Andrasen ikki, at tað er. Hesin kassin líkist nógv teimum lóðurkassunum, teir hava sæð á trolaranum Lincoln City, sum varð bumbaður og sakk í Nólsoyarfirði. Og tí verður mett, at í hesum kassanum eisini er lóður, sigur hann.

Menn koma upp aftur ein fyri og annar eftir. Teir verða tiknir inn, og útgerðin loyst av teimum. Tó sleppa teir ikki luftslangunum heilt, men verða liggjandi slættir eina góða løtu við lungaautomatunum tilsettum.

Men so er eisini tíð at fegnast um fongin. Og tað gera teir veruliga. Ynskja hvør øðrum tillukku og verða avmyndaðir.

Meðan bíðað hevur verið eftir, at kavararnir skuldu koma uppaftur, hevur fólkið á skipinum havt tíð at fingið sær ein bita og hugt at umstøðunum annars. Skaddan á Havnartindi er bara síðkað, og nú eru glaður at síggja inn móti Viðoynni.

Tosað varð um, at tað var kanska eitt sindur langligt at ganga her fyri einki. Rættari hevði verið at havt snørið við. Men tað gerst einki við tað nú.

At kavingin í Fugloyarfirði hevur áhuga millum fólk sást, tá komið varð aftur at landi. So hvørt sum Dragaberg tók seg norður gjøgnum Hvannasund, vaks mannamúgvan á bryggjuni í Norðdepli. Og tá lagt varð at, var bryggjan loðin av fólki.

Tey vildu síggja og meta um, hvat tað var, sum funnið var. Hvussu tað sá út, og um tað mundi hava nakað virði.