Tilsamans 15 fólk hava verið í royndarverkætlanini við samdøgursrehabilitering. Ein av teimum, sum í løtuni er í rehabilitering, er Kristianna Nolsøe, sum er av Glyvrum, men býr í Havn.
- Eg sendi eina umsókn um at sleppa at royna hetta tilboðið, tí eg trongdi til at royna okkurt nýtt og fáa tað betri. Eg brúki stav dagliga, men eg kundi hugsað mær, ikki at vera so bundin at honum og vil klára at ganga meira leys, fortelur Kristianna Nolsøe og leggur afturat:
- Um eg megnaði tað, so hevði gerandisdagurin verið munandi lættari. Ikki tí, eg klári meg væl heima og havi ikki heimahjálp, men alt hevði bara verið lættari, sigur Kristianna Nolsøe
Venur hvønn dag
Endamálið við hennara uppihaldið í samdøgurrehabiliteringini er fyrst og fremst at kenna seg tryggari á fótum. Fyri at røkka hesum málinum venur hon tvær ferðir um dagin í einum høli á Boðanesheiminum, har eitt nú bóltar, elastikk , hjálpartól og venjingarmaskinur av alskyns slagi eru.
- Her er nógv ymiskt at brúka, men eg plagi fyri tað mesta at súkkla eitt sindur í eini maskinu, og so standi eg eisini við rimarnar og geri beinvenjingar, sigur Kristianna Nolsøe.
Ímeðan hon er í rehabiliteringini býr hon á Boðanesheiminum. Umframt at venja tvær ferðir um dagin luttekur hon eisini í teimum ymsu felagstiltøkunum, sum eru á heiminum.
- Her skipa tey fyri bingokvøldi, avísupplestri, bindiklubbi og nógvum øðrum, og tað fari eg so eisini við til. Mær dámar hetta væl og her er hugnaligt at vera, sigur Kristianna Nolsøe.
Merkir ein mun
Kristianna Nolsøe sigur seg merkja, hvussu stóran týdning venjingarnar hava.
- Um eg ikki var farin til hetta, so hevði eg ivaleyst ikki klára meg so væl, sum eg geri. Her læri eg ymsar venjingar, sum fara at gera gerandisdagin lættari. Longu nú merki eg, hvussu gott hetta er, og eg bevegi meg kvikari fyri hvønn dag, fortelur Kristianna Nolsøe og leggur afturat, at børnini siga eisini, at hon sum heild gongur skjótari og hevur lættari við at koma inn og úr bilinum.
- Tað kennist nógv lættari fyri meg at fara ein túr í býin ella spáka inni í SMS, sigur Kristianna Nolsøe.
Hon heldur tað vera ógvuliga harmiligt, um tilboðið um samdøgursrehabilitering ikki kann halda fram.
- Eg hopi ikki tað heldur uppat. Hetta hevur so mikið stóran týdning, at pengar mugu fáast til vega onkrastaðni frá, soleiðis at tilboðið heldur fram. Eg ivist ikki í, at polittikkararnir hava onkra pulju onkrastaðni, haðani teir kunnu fáa pengarnar, sum eru neyðugir, um samdøgursrehabiliteringin skal halda fram, sigur Kristianna Nolsøe.