- Hetta er fantastiska væl kempað av dreingjunum. Hetta eru lýsingin hjá høvuðsvenjaranum hjá NSÍ, Anders Gerber av, at hansara menn megnaðu at vinna 2-1 á B36 við einum manni í undirtali í meir enn 70 minuttir, og samstundis skora bæði málini við einum manni í undirtali. Jákup Andrias Gaardbo var vístur av vølli, tá 21 minuttir vóru farnir, men NSÍ-arnir stríddu seg til sigurs seinastu 69 minuttirnar pluss minuttirnar, sum vóru lagdir aftrat.
Tó var Anders Gerber væl minni nøgdur við fyrra hálvleik, har hann heldur, at tað ikki var so gott skil á hjá NSÍ, og har NSÍ eftir hansara tykki kundi verið fleiri mál aftanfyri.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi á Rás2 við Anders Gerber. Nomið var eisini við komandi uppgávuna NSÍ hevur ímóti hvítarussiska liðnum, Shakhtyor Soligorsk. Anders Gerber hevur sæð upptøkur av liðnum, og teir í NSÍ fara at fyrireika seg, sum frægast til dystirnar ímóti Shakhtyor Soligorsk.