Sandoyar Sýslu Javnaðarfelag gevur Gerard Lognberg sín fulla stuðul í stríðnum við at fáa fast samband millum Sandoy og Meginøkið.
Tað sæst í yvirlýsing frá felagnum í morgun.
Felagið mótmælir harðliga teirri viðferð, málið hevur fingið í løgtingið og ikki minst í landstýrinum.
Teirra áheitan á politikararnar er at lata tað privata felagið hava Skalafjarðartunnilin frið.
- Gevist við at seta fólk og oyggjar uppí mótið hvørjum øðrum og Sandoy er alt ov góð og virðismikil at blíva avtoftað. Vit krevja bert tey somu rættindi sum onnur fólk í Føroyum, sigur Sandoyar Sýslu Javnaðarfelag.